Fótbóltur

Stórur heiður til okkara áskoðarar

UEFA heldur at Føroyar eiga bestu áskoðarar í altjóða dystum.

2018-11-17 08:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftaná hvørt kappingarár letur UEFA tríggjar Fair Play heiðurslønir, og í ár hava Føroyar vunnið heiðurin fyri bestu áskoðararnar í altjóða dystum, bæði fyri landslið og feløg

- Hetta er sjálvandi ein stórur heiður, og tað eru vit sera errin og glað fyri. Ein stór tøkk skal her frá ljóða til okkara framúr áskoðarar – tað eru teir, ið hava vunnið okkum hendan stóra og forkunnuga heiður, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Teir tríggir heiðrarnir, ið verða latnir, eru fyri Fair Play hjá áskoðarum, framstig síðani seinasta kappingarár, og samanlagt fyri Fair Play hjá spælarum, venjarahópinum og áskoðarum. Og tað er í samband við Fair Play hjá føroysku áskoðarunum, at Føroyar hava vunnið.

Í samband við allar dystir í kappingum hjá UEFA, bæði hjá landsliðum og feløgum, fáa áskoðararnir stig fyri teirra atferð undir dystinum. Millum annað verður hugt eftir, um áskoðararnir stuðla liðnum í viðgongd og mótgongd, og hvørja virðing áskoðararnir vísa mótstøðuliðnum.

Rasisma, nýtsla av fýrverki og annar ófriður telur sjálvandi niður. Mesta stigatal, ið eitt land kann fáa, er 10 stig. Aftaná hvørt kappingarár verður síðani kunngjørt, hvat land hevur bestu áskoðararnar. Og fyri seinastu 36 UEFA-dystirnar, ið hava havt føroyska luttøku, hava Føroyar fingið í miðal 8,818 stig.

Tað var annars Finnland, ið endaði fremst, men av tí at finnar eisini gjørdust nummar 1 í samanløgdu kappingini fyri Fair Play, fór heiðurin, fyri bestu áskoðararnir, til Føroyar.

Virðislønin er ein peningaupphædd frá UEFA, sum skal brúkast til eitthvørt Fair Play tiltak. Næsta stig verður tí at finna fram til, hvat fyri Fair Play tiltak skipast skal fyri í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder