Annað

Stórur ítrottardagur hósdagin

Skírisdagur inniheldur fyrru finalurnar í flogbólti, 6. umfar í Betrideildini hjá monnum og kvinnum, og triðju FM-finaluna millum H71 og Neistan.

Tað stendur á jøvnum millum Neistan og H71 eftir tvær FM-finalur. Skírisdag hittast liðini í Hoyvíkshøllini
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað stendur á jøvnum millum Neistan og H71 eftir tvær FM-finalur. Skírisdag hittast liðini í Hoyvíkshøllini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-16 20:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógvur ítrottur um páskini, og tað byrjar skírshósdag, har serliga fótbóltur, hondbóltur og flogbóltur fylla. 

Fótbóltur: Spennandi umfar hjá kvinnum og monnu

Sjey dystir í fremstu deildinum verða leiktir, og lagt er upp til týdningarmiklar dystir í 6. umfari. Hjá monnum hittast B36 og KÍ til oddadyst, og hjá kvinnum hittast tey fýra liðini, ið eru ógvuliga jøvn eftir fyrstu umførini:

Betrideildin kvinnur:

6 18.04.19 12:15 B36 HB -
6 18.04.19 12:30 ÍF/Víkingur/B68 -


Betrideildin menn: 

6 18.04.19 15:00 B36 -
6 18.04.19 15:00 TB Víkingur -
6 18.04.19 15:00 SKÁLA EB/Streymur -
6 18.04.19 18:15 HB AB -
6 18.04.19 19:00 NSÍ ÍF -

(Talvur: FSF)

 

Flogbóltur: Fyrru FM-finalurnar

FM hjá monnum og kvinnum verður avgjørt innan teir næstu dagarnar. Fleyr er í báðum finalunum, og finalurnar verða leiktar í Stórhøllini á Hálsi. Mjølnir er rímiliga greiðir favorittur hjá monnum, meðan lagt er upp til sera spennandi finalur hjá kvinnum. Skráin hósdagin er hendan: 

Kl. 13.30 Fleyr - SÍ, Meistaradeild kvinnur

Kl 16.45 Mjølnir - Fleyr, Meistaradeild menn

Seinnu finalurnar verða leiktar leygardagin. 

 

Hondbóltur: H71 og Neistin halda fram við FM-stríðnum

Undan landsliðssteðginum spældu hoyvíkingar og neistamenn tvær tær fyrstu finalurnar. Liðini vunnu hvør sína - á heimavølli hjá hvørjum øðrum - og um páskirnar eru tvær finalur. Vinnur sama liðið báðar dystirnar, stendur tað sum vinnari av Okkara-deildini 2. páskakvøld. Lagt er upp til stóran spenning í hallunum.

19.00 H71 - Neistin (3 FM-finalan) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder