Annað

Stovnandi aðalfundur av føroyskum kraftfelag í morgin

Stigtakarar til felagið, sum er karmur um ítróttir, sum hava við kraft og styrki at gera, eru venjingarmiðstøðirnar í Føroyum og onnur við serligum áhuga fyri hesum ítrótti.

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-09-06 17:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stovnandi aðalfundur verður í ÍSF-húsinum í morgin, leygardagin 7. septembur klokkan 14.30. Á fundinum skal m.a. navn til felagið finnast.

Føroya “kraftfelag” verður karmur um ítróttir, sum hava við kraft og styrki at gera. Talan er um olympiska vektlyfting, kettlebell-ítróttina, powerlyfting, strongman-ítróttina og CrossFit. 

Endamálið við felagnum er at stuðla hesum ítróttagreinum fram á leið. M.a. verður skipað fyri formligum føroyameistarakappingum, og metlistar verða hildnir. Umráðandi er eisini at skipa fyri góðum venjingarumstøðum og at menna venjaraførleikar í Føroyum.

Stigtakarar til stovnanina av kraftfelagnum eru venjingarmiðstøðirnar í Føroyum, Burn, Yndi Fitness, Fullpower, Tvørmegi og onnur við serligum áhuga fyri hesum ítrótti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder