Strákur tók nógv á bóli, tá fyrsta uttandurakappingin í ár varð hildin undir Kráarheyggi í gjár, leygardagin.
- Reiðfólkini vóru sum vera man spent at koma í gongd, nú skuldi venjingin hendan veturin gjarna vísa seg aftur í úrslitum á breytini. Tað vóru eisini nógv flott ross at síggja og eisini nøkur væl gongd ross, skrivar Ríðisamband Føroya.
- Serliga fall kanska Strákur hjá Regini Johannessen í eygað, hesin greðingurin teir sjálvur hava alt, hevur kappast fyrr, men hevur kanska ongantíð verið betri fyri enn beint nú.
Hetta vísti seg eisini at geva úrslit, tí Strákur vann fjórðgongsgreinina og gjørdist nummar trý í Tølt. Flott úrslit sum skuldi boða frá einum góðum kappingarárið hjá honum.
Fimmgongdina vann Knút Lútzen á Tórey, tey bæði vóru rættiliga sannførandi, men tá tey fingu eitt greitt sjey tal í skeið var eingin ivi um fyrstaplássið hjá teimum.
Aðrir vinnarir vóru í V5, Lív Heinesen á Háreka - T7 Ragnheiður á Huga - T2 Esther Dahl á Heyga á Vorboða - T1 Jacklin Durhuus á Hafdís.
Myndir frá kappingini kunnu síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald