Annað

Stríddu seg niðan á Mýrarnar

Helgi Winther Olsen vann súkklukapping úr Tórshavn niðan á Mýrarnar oman fyri Vestmanna.

(Mynd: Oskar Wilk)

(Mynd: Oskar Wilk)

2021-04-04 10:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skírisdag skipaði Sersambandi fyri súkkling og triathlon fyrið súkklukapping. Kappast varð í vegasúkkling og leiðin gekk úr Tórshavn til Vestmannar, har málið var uppi á Mýrunum.

Kappast var í tveimum bólkum, har mótiónsbólkurin súkklaði styttra teinin á 44 kilometrar og 1.100 hæddarmetrar beina leið úr Havn gjøgnum Kaldbaksbotn til Vestmannar og niðan á Mýrarnar. Opin bólkur súkklaði longra teinin á 66 kilometrar og 1.400 hæddarmetrar og fór úr Kollafirði norður til Hósvíkar at venda, og síðani til Vestmannar og niðan á Mýrarnar.

Sjey súkklarar luttóku í motiónsbólkinum og seks luttkarar í opnum bólki. Í báðum bólkum var kappingin avgjørd á teimum tveimum síðstu longu brekkunum. Úr Leynum niðan á Høgareyn og úr Vestmanna niðan a Mýrarnar.

Harður mótvindur var niðan á Høgareyn og ilt var hjá súkklarum at gera stóran vørr og sleppa undan. Tá komið var til Vestmannar lá vindurin í ryggin og tað bleiv í størri mun ein styrkisdystur millum hvønn súkklara.

Helgi drúgvastur
Í opnum bólki vóru tríggir mans saman, tá ið drúgva klintringina niðan á Høgareyn úr Leynum byrjaði.

Tað eydnaðist Helga Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum og Dáva Magnussen úr Tórshavnar Súkklufelagið at sleppa undan Jákup Peturi Eliassen úr  Føroya Triathlonfelag í brekkuni. Nógvi vindurin gjørdi aftur, at Helgi og Dávur ikki sloppu undan hvør øðrum.

Teir fóru saman inn í síðstu klintrininga niðan á Mýrarnar og tá eydnaðist Helga at sleppa undan Dáva og gerast fyrstur niðan og vinna kappingina við 12 sekundum. Jákup Petur gjørdist triði maður á mál, 11 minuttir aftan fyri vinnaran.

King of Mountain
Sum ofta er í súkklukappingum, var ein eykakapping løgd inn. Allir súkklarar, sum ynsktu at luttaka, vóru bidnir um at leggja GPS máting á Strava. Hetta er ein talgildur platformur at samanbera tíðir við á einum undanskrásettum strekki. Øll sum síðani súkkla hendan teinin fáa automatisk mált tíðina.

Strava strekkið sum kappast varð í, var síðsta klintringin niðan á Mýrarnar. Tað er 5,71 kilometrar langt og 351 metrar í hædd við 6,1 prosentum í miðalhalli. Stórur partur av klintringini er væl omanfyri 10 prosent.

Spenningur var um súkklararnir fóru at klára at bøta um áður skjótastu tíð. Tað gjørdi bæði Helgi og Dávur, og Helgi gjørdist skjótasti súkklari á strekkinum við tíðini 15.48 minuttir, sum var 2.47 mininuttari skjótari enn fyrra tíðin. Miðalmátturin hjá Helga 372 watt og miðalferðin 21,7 km/t.

Flóvin bestur av motiónistunum
Í motiónsbólkinum sleyt Flóvin Eidesgaard úr Føroyar Triathlonfelag undan Tórarinn Didriksen úr Tórshavnar Súkklufelag, og vann síðstu klintringina við 16 sekundum. Kjartan Egholm úr Tórshavnar Súkklufelag gjørdist triðskjótastur og kom á mál 1,51 minnuttir aftan á vinnaran. 

Fleiri myndir og úrslit her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder