Suðurrás skrivar í dag, at tað ein afturvendandi og kendur trupulleiki í oynni, at hondbólts- og fótbóltslið – ikki tíma leiðina um Suðuroyarfjørð at spæla. Oftast er talan um vaksnamannalið, og tað eru fleiri frísk dømi um tað.
Seinasta viksukifti spældi Royn seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið. Í dag skuldi liðið spæla fyrsta heimadystin í landskappingini, men dysturin hjá Hvalbiarliðnum í 3. deild gjørdist av ongum, tí B36 møtti ikki upp við Stóra. Sami trupulleiki var seinasta vikuskifti á sama staði, har TB ikki fekk spælt sín dyst móti FC Hoyvík, ið ikki kom suður.
Líknandi støða hevur eisini verið í næstbestu kvinnudeildini í hondbólti, har VB hevur sítt besta lið. Seinasta vikuskifti var tað Stjørnan, ið ikki møtti til 1. deildardyst í hondbólti í Vági. Hetta vikuskiftið skuldi Neistin koma suður at spæla, men eisini tann dysturin varð avlýstur - VB slapp annað vikuskifti á rað ikki at spæla, og orsøkin var hin sama: Einki mótstøðulið kom suður
Suðurrás staðfestir at enda: "So støðan er tann sama sum undanfarin ár. Hondbólts- og fótbóltslið tíma ikki at møta í Suðuroynni…"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald