Annað

Súkklufelag stovnað í Norðoyggjum

Hevur enn ikki fingið navn – navnakapping verður í næstum.

(Mynd: Oskar Wilm)

(Mynd: Oskar Wilm)

2021-05-25 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið varð enn eitt súkklu og triathlonfelag sett á stovn, tá ið stigtakarar í Klaksvík møttust til stovnandi aðalfund.

Tað var ein gleðiligur dagur, har skipað var fyri barnavenjing og stuttleika í skúlagarðinum. Ein ferðslubreyt frá Ráðnum fyri Ferðslutryg var sett upp í einum av góðu plássunum um skúlan, meðan Fjallasúkklufelagið var á vitjan og hevði tikið BMX súkklur og verju við til øll børn at royna á einum av hinum plássunum har ein skate og BMX rampa er sett upp. Børnini hugnaðu sær og sloppu at royna seg, og tað er eyðsýnt, hvussu nógv tað merkir fyri menningina hjá børnum at góðir møguleikar eru at spæla. Tey vaksnu hugnaðu sær eisini í skúlagarðinum og fóru síðani ein túr saman á kappsúkklu í Klaksvík.

Felagið hevur enn ikki fingið navn og fer at lýsa eina navnakapping í næstum. Stigtakararnir vísa á, at ynskið er, at felagið umboðar allar Norðoyggjar og eisini allar ítróttargreinarnar undir Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

Í nevndini vórðu vald Jóan Petur Joensen sum formaður, Mogens Petersen sum næstformaður og Jan Gardar sum nevndarlimur. Eisini vórðu Hilmar hansen og Heri Schwartz Jacobsen valdir sum tiltakslimir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder