Annað

Sune Gavnholt takkar fyri seg sum landsliðsvenjari

Leingir ikki sáttmálan sum gongur út í summar. Danin hevur lyft føroyskt badminton á eitt hægri stig tey seinastu smáu sjey árini, skrivar Badmintonsamband Føroya.

Sune Gavnholdt sæst næstuttast til høgru eftir at føroyska landsliðið er komið heim aftur við flottum úrslitum (Mynd: BSF)

Sune Gavnholdt sæst næstuttast til høgru eftir at føroyska landsliðið er komið heim aftur við flottum úrslitum (Mynd: BSF)

2024-01-23 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2017 tók Sune Gavnholdt við sum venjari hjá føroyska badmintonlandsliðnum. Danin er nú 40 ára-gamal og fer í summar at royna nýggjr leiðir - hann støðgar eisini samstarvinum við Ikast FS.

- Aftaná nærum 7 ár sum landsliðsvenjari hjá føroyska badmintonlandsliðnum hevur Sune Gavnholt valt ikki at leingja sáttmálan, sum gongur út í summar.

Soleiðis skrivar Badmintonsamband Føroya á síðu sínari í dag. Man er ógvuliga fegin um arbeiði hjá venjaranum, sum hevur verið við at flutt ítróttin í Føroyum frameftir:

- Nevndin í BSF takkar Sune fyri hansara ótroyttiliga arbeiða, sum hevur lyft føroyskt badminton á eitt hægri støði, og ynskja vit honum alt tað besta við hansara framtíðarætlanum innan badminton.

Sjálvur sigur Sune Gavnholdt millum annað, at hann hevur notið tíðina saman við spælarunum og øllum fólkunum, sum hann hevur hitt og arbett saman við seinastu árini.

- Eg eri sera glaður og takksamur fyri allar upplivingarnar, sum eg havi havt saman við teimum, og eri eg errin av, hvussu nógv vit hava flutt okkum hesa tíðina.

Sune verður verandi landsliðsvenjari fram til summar, so vit koma at síggja hann í føroyskum badminton eina tíð afturat. Tað er ikki greitt enn, hvør tekur við leiklutinum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder