
Súni Olsen var í fleiri ár ein av Føroya bestu fótbóltsleikarum. Hann umboðaði millum annað B36, sum hann vann FM við í 2011.
Seinasta vetur varð hann settur sum venjari hjá fremsta kvinnuliðnum, og hann skuldi verða við at menna kvinnusíðuna í felagnum.
Í gjár skrivaði B36 á heimasíðuni, at Súni hevur skrivað undir ein nýggjan tvey-ára sáttmála við felagið. Hetta fegnast tey um í B36. Tað verður skrivað, at málsetningurin varð rokkin; menningin hevur verið at sæð á besta liðnum, og at U18 og U15-liðini hava fingið úrslit. Bæði vunnu steypakappingina og endaðu á heiðursmerkjaplássi í landskappingini.
Súni Olsen og B36 fingu átta stig í farna kappingarárið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald