Tá donsku U20 og U22 kast-landsliðini fóru til Madrid um vikuskiftið at kappast móti Spania, Portugal og Hvítarusslandi varð Sunniva Bogadóttir við í danska hópinum.
Sunniva, sum hevur vant við Hvirluni í nøkur ár, vísti longu frá byrjan at tað liggur væl fyri at kasta spjót. Serliga hevur hon eyðkenda “góða armin”, sum er eitt krav, um ein ynskir at koma langt sum spjótkastari.
Sunniva royndi seg leygardagin í landsdysti millum Danmark, Portugal, Spania og Hvítarussland. Hetta er munandi hægri støðið enn føroyingar plaga at uppliva í frælsa-kappingum, men Sunniva vísti enn eina ferð, at hon er best tá tað telur, skrivar Hvirlan á heimasíðuni.
Sunniva hevur arbeitt nógv við teknikkinum í spjótkasti. Hetta vísti seg at ávirka avrikið um vikuskiftið, tí at hon hevði element frá gamla teknikkinum, samstundis sum at element frá nýggja teknikkinum sótu. Úrslitið varð, at kastini vóru long, men at oddurin av spjótinum ikki nerti jørðina fyrst. Av hesi orsøk vóru fyrstu fimm kastini kolldømd, men tað sætta kastið sat og Sunniva setti persónligt met við 35,88 metrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald