Annað

Super Bowl 54: Chiefs lyfti Lombardi-steypið fyri fyrstu ferð í 50 ár

Eins og í hinum báðum dystunum í endaspælinum vendi Chiefs einum hóttandi tapi til ein sera søtan sigur.

Hóast nógvar forðingar eydnaðist seinastu minuttirnar hjá Mahomes og co. at skora heili 21 stig móti sterku verjuni hjá San Francisco. Nummar 15 var at enda flúgvandi og varð valdur til mest virðismikla leikaran í dystinum (Mynd: EPA)

Hóast nógvar forðingar eydnaðist seinastu minuttirnar hjá Mahomes og co. at skora heili 21 stig móti sterku verjuni hjá San Francisco. Nummar 15 var at enda flúgvandi og varð valdur til mest virðismikla leikaran í dystinum (Mynd: EPA)

2020-02-03 03:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eina løtu í 1. hálvleiki sá Kansas City Chiefs út til at hava gott tamarhald á dystinum. Gamaní skoraði San Francisco 49’ers fyrstu trý stigini (eitt field goal), men so førdi 24-ára gamli Patrick Mahomes Chiefs í máløkið við klókum spælið og stórum offurvilja. Nakað inn í 2. fjórðing økti Harrison Butker til 10-3 við einum sparki. Verjuleikarin Breeland fekk eisini fatur á einum kasti frá Jimmy Garoppolo

Næsta stóra hálvan tíman var tað tó San Francisco 49’ers, ið sótu á dystinum. Nakað áðrenn og leingi eftir lívligu framførsluna hjá Shakiru og Jennifer Lopez í hálvleikinum, spældi Garoppolo heilt væl, og liðið úr Kalifornia skoraði 17 stig á rað.

[object Object]
Verjan hjá Chiefs hevði trupulleikar við at tálma Garoppolo og co. í løtum (Mynd: EPA)

[object Object]
Shakira og J-LO, báðar við latín/suðuramerikanskari bakgrund framførdu í býnum, har sera nógv fólk við líknandi bakgrund búleikast (Mynd: EPA)

Samstundis fekk verjan veruliga tak á álopið hjá Chiefs, og hetta var í roynd og veru lykilin til, at Niners høvdu eina leiðslu við 10 stigum fram til seks minuttir vóru eftir av dystinum. Teir fýra linjumenninir høvdu yvirtakið á teimum fimm hjá Chiefs og fingu veruliga trýst Mahomes. Nummar 15 varð nógv kroystur og kastaði tvær interceptions – tí seinnu hevði Tyreek Hill tó størri ábyrgd. Stór spøl til serliga Hill, ið hevur “olympiska ferð” var als ikki nakað, ið 49’ers gav loyvi til. Men so, enn einaferð kroystir av frálíku verjuni hjá Niners, kastaði Mahomes bóltin djúpt til Hill (44 yards), og stutt eftir hetta var 17-20, tá Mahomes fann Travic Kelce.

[object Object]
Verjan hjá Niners vísti seg frá sínari bestu síðu leingi...

[object Object]og gjørdi umstøðurnar hjá Patrick Mahomes sera truplar, men...

[object Object]
nummar 15 vísti sína stóru armstyrki, sín sterka vilja og vinnaramentalitet og sín kaldleika undir týsti seinastu minuttirnar (Myndir: EPA)

Niners høvdu i møguleikan at økja, men komu ongan veg og álopsspælið hjá Kyle Shanahan kundi aftur lastast eitt sindur fyri at vera nakað konservativt. Verjan hjá Kansas City Chiefs spældi eisini sera væl seinasta partin av dystinum við stóra Chris Jones á odda. Mahomes fekk bóltin aftur, og nú megnaði toymi hjá Robert Saleh ikki at steðga gandakallinum við nummar 15. Aftur leiddi hann Chiefs heilt oman ímóti máløkinum, og har fann han Damien Williams, ið akkurat megnaði at koma inn og harvið leggja Andy Reid á odda.

[object Object]
Tá Damien Williams legði Chiefs á odda, megnaði Richard Sherman akkurat ikki at halda honum út... (Mynd: EPA)

[object Object]
....Tá hann økti, kundi nummar 26 so at siga ganga seinasta petti inn, eftir at hann hevði runnið frá øllum (Mynd: EPA) 

61-ára gamli venjarin kundi stutt seinni stórfegnast. Við sínum sigri nummar 222 sum høvuðsvenjari í NFL, ið hann hevur verið seinastu 20 árini, kundi hann lyfta sítt fyrsta steyp, og hetta hevur maðurin so ruddiliga uppiborið. Tað var aftur Williams sum skoraði. Á sínum gamla heimavølli rann vælleikandi rennarin 38 yards og økti til 31-20, ið gjørdist endaliga úrslitið. Hetta var eftir, at Chiefs-verjan aftur steðgaði Garoppolo og co, ið ikki megnaði at skora seinasta fjórðingin. Verjustýrimaðurin á síðulinjuni, Steve Spagnuolo, stóð eisini á odda fyri verjuni hjá New York Giants

[object Object]
Andy Reid fekk "vinnarabaðið" 

[object Object]
Og maðurin ið sjálvdan vísur kenslur, og sum leikararnir hava gjørt greitt, at teir sera gjarna vilja vinna fyri, var ovurfegin og rørdur stutt áðrenn og eftir seinasta spælið í dystinum (Mynd: EPA)

Harvið endaði kappingarár nummar 100 í NFL-søguni við einari spennandi og til tíðir væl leiktari finalu í Miami. Hetta var aðru ferð í søguni hjá Kansas City Chiefs, at liðið kundi lyfta Vince Lombardi-steypið og tað fyrsta í 50 ár. Tí var tað nakað serligt, tá Hunt-familjan fekk silvursteypið handað, stutt áðrenn Andy Reid lyfti tað, og Patrick Mahomes, ið kann gerast ein av teimum heilt stóru í søguni í NFL, varð kosin MVP (mest virðismikli/besti leikarin) Kansas City Chiefs gjørdist fyrsta liðið í søguni, ið tríggjar ferðir í endaspælinum vendi muni á -10 ella meira til ein sigur. Super Bowl-sigurin var væl uppiborin, hóast San Francisco 49’ers hava havt eitt sera gott kappingarár.

Nú er steðgur í NFL heilt fram til tíðliga í september.

Super Bowl VLI (54)
Hard Rock Stadium, Miami
San Francisco 49'ers - Kansas City Chiefs 20-31 (10-10)

Yvirlit yvir stigini:

1.
fjórðingur:
(Tíðin ið var eftir av fjórðinginum stendur í klombrum)

(7.57) 3-0: Robbie Gould - 38 yard Field goal

(0.31) 3-7: Patrick Mahomes - 1yard touchdown run (+ ekstra point)


2. fjórðingur:

(9.32) 3-10: Harrison Butker - 31 yard Field goal

(5.05) 10-10: Jimmy Garoppolo - 15 yard touchdown kast til Kyle Juszczyk (+ ekstra point)

3.fjórðingur:

(9.29) 13-10: Robbie Gould - 42 yard Field goal

(2.35) 20-10: Raheem Mostert 1 yard touchdown run

4.fjórðingur:

(6.13) 20-17: Patrick Mahomes 1 yard touchdown kast til Travis Kelce  (+ ekstra point)

(2.44) 20-24: Patrick Mahomes 5 yard touchdown kast til Damien Williams (+ ekstra point)

(1.12) 20-31: Damien Williams 38 yards run

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder