Super Bowl nummar 58 í røðini verður tann fyrsta, sum skal spælast í statinum Nevada. Upprunaliga skuldi New Orleans vera vertur - á 11. sinni - men orsakað av at NFL fyri nøkrum árum síðani víðkaði grundspælið við einari viku, fall Super Bowl LVIII saman við Mardi Gras, og tað gongur ikki í Louisiana.
NFL valdi ístaðin Allegiant leikvøllin beint uttanfyri Las Vegas sum vert til í ár. Pláss eru fyri umleið 70.000 áskoðarum í tí, sum verður skýrt "The Death Star" - tí tað líkist onkrum frá Star Wars. Allegiant er frá 2020 og tí ógvuliga nýmótans og flott. Talan er um næstdýrasta ítróttarleikvøllin í heiminum. Hann kostaði 1,9 milliardir dollarar at gera. Bert SoFi Stadium í Los Angeles er dýrari.
Tað sigur eitt sindur um, hvat NFL og Super Bowl eru fyri nakað. Tað er ein stórur dystur, men tað snýr seg um nógv rundanum um eisini. Liðini komu til Las Vegas mánadagin, og alskyns miðlar og tiltøk hava sett sín dám á seinastu vikuna. Ársins spælara-tiltakið við meira var fríggjakvøldið, og undirhaldið áðrenn dystin og í hálvleikinum er nakað serstakt.
Rihanna hevur havt ein støðg seinastu árini, men R&B-stjørnan framførdi síni mongu hitt í hálvleikinum í fjør (Mynd: EPA)
Taylor Swift í Chiefs-húgvu og Chiefs-troyggju til dyst fyri kortum. Hon stuðlar Travis Kelce og hinum saman við millum annað Brittany Mahomes (t.v.), ið er kona Patrick Mahomes.
Country-songkvinnan Reba McEntire skal framføra tjóðsangin "Star Spangled Banner", tá liðini eru komin á vøllin. Meðan spælararnir hvíla seg, og ætlanir verða lagdar til 2. hálvleik í skiftingarrúminum, verður stórur pallur við øllum møguligum settur upp á vøllinum, og kendur tónleikur fer at runga. Usher er høvuðsnavnið í ár, og við sær hevur hann millum annað Alica Keys. "Halftime Show" er vorið størri og størri hesa øldina, har alskyns tónleikastjørnur hava framført, og er hetta nakað sum nógv síggja fram til meira enn sjálvan dystin.
Ein av heimsins størstu tónleikstjørnum, Taylor Swift, skal ikki framføra, men hon verður til staðar í Las Vegas. Hon framførdi í Tokyo í gjár, og skal nú til Super Bowl stuðla Travis Kelce og Kansas City Chiefs. Swift og Kelce hava verið par í nakrar mánaðir, og tað at ein av stjørnuspælarunum hjá besta liðnum í NFL seinastu árini og stjørnusongkvinnan eru par, hevur fylt nógv hjá miðlum og sosialu miðlum.
Lýsingarnar í USA eru eisini nakað serstakt. Tað eru so mikið nógvir steðgir í einum amerikanskum fótbóltsdysti, at tíð er til nógvar lýsingar. Super Bowl er so at siga hvørt ár tann "sendingin" í amerikanskum sjónvarpi, ið flest hyggja eftir við fleiri enn 100 milliónum hyggjarum í USA miðal gjøgnum dystum. Harvið eru lýsingarnar ógvuliga virðismiklar, og prísurin er farin nógv upp seinastu árini. Í ár selur CBS, rásin sum hevur rættindini at vísa dystin í nátt, lýsingarpláss fyri upp til 7 milliónir dollarar fyri hvørji 30 sekund. Hetta svarar til umleið 48 milliónir krónur - fyri ein hálvan minutt.
Chiefs ella 49'ers
Sjálvur dysturin kundi neyvan sæð nógv meira spennandi út á pappírinum. San Francisco 49'ers kann vinna sættu Super Bowl í søgu felagsins, og tað hevði sent felagið úr Kalifornia undir liðuna á New England Patriots og Pittsburgh Steelers, sum eru best á júst hesum økinum. Kansas City kann staðfesta seg sum nýggjasta NFL-stórveldi við triðja Lombardi-steypinum uppá fimm ár og nummar fýra samanlagt.
49'ers hava alt árið verið ein av favorittunum at komið í Super Bowl. Liðið er fylt við sjørnum í álopi og vejru, sum gera stór spæl. Ungi quarterbakkurin Brock Purdy varð ikki virðismettur høgt, tá hann kom inn í NFL, men hevur víst seg at vera ógvuliga støðugur og kaldur. Liðið hjá Kyle Shanahan royndi seg í Super Bowl móti Mahomes og hinum í 2020, men man gjørdist ov stuttir. Liðið hevur ikki verið so sannførandi í endaspælinum, men hevur tó vent tveimum dystum har tað sá tungut út, og nú skal tað verða.
Vegurin hjá Brock Purdy og Patrick Mahomes hava verið heilt øðrvísi. Yngri maðurin við 13-talinum hevur tó verið stinnur - hann skal nú royna at koppa nummar 15 og Chiefs av trónuni við at vinna sín størsta sigur nakrantíð (Mynd: EPA - til stórt miðlatiltak í Las Vegas í vikuni)
Tað hevur skinklað hjá núverandi Super Bowl-meistarunum í ár - serliga í álopspartinum. Patrick Mahomes hevur ikki spælt á eins høgum stigi sum áðrenn, men vápnini hava eisini svikið í løtum - tó ikki í endaspælinum har Chiefs hevur sæð sterkt út. Verjan hevur verið støðug og sterk, og royndi venjarin Andy Reid og hansara toymi hava heilt víst sett liðið væl upp til enn eina Super Bowl.
49'ers er ein lítil favorittur, við tveimum stigum sambært "Las Vegas-oddsum", og lagt er upp til brak í Super Bowl 5, sum byrjar umleið klokkan 23.30 føroyska tíð. Stóri dysturin sæst á millum annað danska TV2 við langari upptakt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald