Ríðisamband Føroya: Tað var hugaligt at vera til kappríðing ólavsøkudag, tilmeldingin var góð og nógvir spennandi riðlar vóru í væntu. Tað sum oftast er mest spenningur um er Tvíspor ung og ikki minst Tvíspor l flokkur.
Seinasta ár vann Silfa við Ásu Bárðadóttir suverent Tvíspor ung, men í ár hevur hon av álvara fingið kapping frá Urd við Silju G. Eystberg á baki. Urd vann við leynavatn og aftur hesuferð vann hon ein rættiliga tryggan sigur, Urd hevði tíðina 17,91, Silfa á 2 plássið hevði tíðina 18,63 meðan Beinta Niclasen á Blíða gjørdist nummar 3.
Marengo vann við Leynavatn í ár, men var ikki við í gjár vegna skaða, tískil skuldi nýggjur vinnari finnast og tað vóru tríggjir biðlar til at vinna ólavsøkukappingina. Smári við Bárði Johannsen á baki, fyrrverandi føroyameistarin Svanna við Barbaru Chaparro og so FM vinnarin 2019 við eigarinum Onnu Magnusen á baki.
Tá riðilin byrjaði, sást at Smári ikki heilt megnaði at fylgja við hinum, bæði Svanna og Freyr fingu góðan start meðan Smári var nakað aftanfyri. Svanna og Freyr fylgdist væl fyrsta strekkið, men sum tey nærkaðist málinum fór Svanna líðandi undan og hon vann at enda ein tryggan sigur. Flottur sigur til Barbaru Chaparro og Svonnu. Tey høvdu tíðina 34,08, Freyr fekk 34,70 og Smári 35,89
Hinar greinarnar vunnu hesi. Tølt Brynjar og Regin Johannessen, Skeið Syrpa og Bárður Johannesesen, Trav Grettir og Kristfríð D. Jacobsen, Tvíspor ll flokkur Spirit og Bergfríð Lassen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald