Annað

Svanur fyllir 10 ár

Felagið var tað fyrsta undir ÍSB - dagurin verður hátíðarhildin í Bylgjuni og í Skótahúsinum við Løkin.

2019-09-16 11:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í ár eru 10 ár liðin, síðani ítróttafelagið Svanur varð stovnað. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi í dag, mánadagin 16. september, ið er førðingardagurin.

Til Betri ítróttardagin verður møguleiki at royna seg í fótbólti, floorball (hockey), fimleiki, pílablásing og hondbólti.

Orkestið Ælabogin kemur at spæla nøkur løg, og eisini fer fimleikaliðið Loppurnar at framføra ymiskt.

Skráin fyri dagin:
kl.16.00 – 18.00 Betri ítróttartiltak í Bylgjuni í Runavík
kl.18.00 – 20.00 Móttøka og ábit í Skótahúsinum við Løkin

Svanur hevur heimstað í Saltangará og er ítróttarfelag fyri rørslu - og menningartarnað í Eysturoynni. Felagið varð stovnað í 2009, og tað var fyrsta felag undir ÍSB.

Endamálið við Svani er at fáa rørslu- og menningartarnað í Eysturoynni at íðka ítrótt, soleiðis at tey á tann hátt kunnu fáa likamliga venjing og sosiala samveru. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder