Annað

Svenskur stuðul til føroyskan OL-limaskap

ÍSF fegnast um stuðulin nú Tokyo 2020 nærkast.

Jon Hestoy fegnast um øktan stuðul til olympiska viðurkenning (Savnsmynd)

Jon Hestoy fegnast um øktan stuðul til olympiska viðurkenning (Savnsmynd)

2019-09-19 08:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska royndin at gerast limur í altjóða olympisku nevndini, AOC, fær nú eisini stuðul úr Svøríki.

Svøríki tekur nú undir við olympisku nevndunum í Danmark, Íslandi og Noregi í teirra stuðli til føroyskan OL-limaskap, skrivar miðilin aroundtherings.com.

Ein annar miðil, insidethegames.biz, skrivar at formansskapurin í svensku olympisku nevndini, SOK, hevur sent út eitt skriv, sum kunngerð stuðulin til føroyskan limaskap. Skrivið er undirskrivað av forsetanum Mats Årjes, varaforsetanum Per Palmström og umsitingarleiðaranum Peter Reinebo.

Jon Hestoy, næstformaður í ÍSF og olymisku nevnd Føroya fegnast um svenska stuðulin.

- Tokyo 2020 nærkast við stórum fetum og komandi mánaðirnir verða avgerðandi í royndunum at sannføra onnur lond um hví Føroya hava olympiska viðurkenning uppiborna, sigur Jon Hestoy við miðilin, sum einamest skrivar um olympisk viðurskifti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder