07 Vestur hevur sett nýggjan høvuðsvenjara á besta mansliðnum eftir at Heðin Askham er givin. Nýggi venjarin, svenski Magnus Powell, byrjar arbeiðið saman við fyrstaliðshópinum longu í hesi vikuni.
Hesum boðar 07 Vestur frá í kvøld.
46-ára gamli sviin kemur til 07 Vestur úr Levanger, har hann mátti gevast eftir at felagið var komið í fíggjarligar trupulleikar eftir at korona legði fótbólin stillan í fjør, skrivar 07 Vestur á heimasíðuni.
Magnus Powell hevur hópin av royndum sum leikari í bestu deildunum í Svøríki og Noregi, millum annað úr Ørebro, Lillestrøm og Lyn, umframt svenskum ungdómslandsliðum. Eftir at vera steðgaður sum leikari byrjaði hann á venjaraleiðini sum akademivenjari í Sundsvall og Lillestrøm. Sum høvuðsvenjari hevur hann verið hjá Egersund, Sandefjord og Levanger. Magnus er útbúgvin FIFA PRO-venjari.
Magnus Powell er svii, men, sum eftirnavnið eisini avdúkar, hevur hann røtur úr Onglandi, haðani pápin kemur.
07 Vestur liggur á áttanda plássi í Betri deildini hjá monnum við átta stigum aftaná ellivu dystir.
Heðin Askham var venjari hjá uppflytarunum í Betri deildini, 07 Vestur, í eitt ár (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald