Kappróður

Sverri Nielsen trygt í HM-hálvfinaluni

Er millum rógvarnar á danska rógvilandsliðnum við best møguleika at fáa HM-heiðursmerki.

Sverri Sandberg Nielsen (Savnsmynd: EPA)

Sverri Sandberg Nielsen (Savnsmynd: EPA)

2019-08-28 14:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Krútsterki rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, úr Miðvági hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í heimsmeistarakappingini í rógving í Eysturríki.

Á middegi róði hann fjórðingafinalu í single-scullara. Hann kom inn á eitt trygd annaðpláss og tryggjaði sær harvið víðari luttøku í hálvfinaluni.

Danskir miðlar meta nú Sverra vera millum teir rógvararnar á danska rógvilandsliðnum, sum hava bestu møguleika at vinna HM-heiðursmerki hesaferð.

Í fjórðingsfinaluni kom Sverri á 2000 metra málstrikuna eitt hálvt sekund aftan á Ondrej Synek úr Kekkia. Tíðin hjá Sverra var 6 minuttir og 48,96 sekund, væl skjótari enn í innleiðandi riðlinum, tá hann róði teir 2.000 metrarnar í 7 minuttum og 04,68 sekundum.

Heimsmeistarakappingin í rógving verður hildið á einum rógvistadion í tilknýti til Donau ánna í býnum Ottensheim nærhendis Linz í Eysturríki. Hálvfinalurnar verða í morgin og finalurnar sunnudagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder