Føroyski rógvarin, Sverri Nielsen vann í dag World Cup-rógvingina í singul scullara í Póllandi.
Tað skrivar Kringvarpið.
Miðvingurin fór tíðliga frá hinum rógvarunum, og hesa støðuna helt hann allan teinin. Hann kom á mál meira enn eina bátslongd frammanfyri nummar tvey.
Í finalunum kappaðist Sverri Nielsen m.a. móti norska Kjetil Borch, sum gjørdist heimsmeistari í 2018, Oliver Zeidler úr Týsklandi, sum gjørdist evropameistari í ár og Angel Fournier Rodriguez úr Kuba, sum hevur fingið HM-heiðursmerki.
- Hetta er feitt! Eg havi verið í finaluni fleiri ferðir, men havi ongantíð megnað at fylgt heilt við. So tað er fantastiskt at vinna, sigur Sverri Nielsen sambært DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald