Tað verður ein spennandi føroyskur fyrrapartur í París, tí bæði føroysku umboðini skulu stríðast um finalupláss.
Tað verður stríggið hjá bæði Sverra Sandberg Nielsen og Sáru Mariu Johansen. Ógvuliga hørð kapping bíðar, sum vera man, í hálvfinalunum.
Sverri er helst í tí meira torførara riðlinum innan singe-scullara hjá monnum. 30-ára gamli miðvingurin skal enda í topp-trý fyri at aftur koma í OL-finalu. Undir liðuni á honum er millum annað trýfaldi heimsmeistarin.
Sí eisini: Sverri í ógvuliga sterkum hálvfinaluriðli
Sverri ein av seks heilt sterkum rógvarunum í hálvfinalunum
Sverri í sínum scullara við føroyska flagginum sum motivi - hann skal veruliga rógva upp til sítt toppstil í morgin
Sverri stendur at byrja klokkan níggju føroyska tíð. Tíggju minuttir seinni rør danski kvinnuáttarin við Sáru Mariu Johansen.
Hetta er fyrstu ferð, at Danmark hevur kvinnuáttara, og Sára Maria og tær skulu gera bart fyri at koma í finaluna.
Í fyrstu royndini endaði báturin greitt aftast. Um man aftur endar aftast í morgin, so er OL av hjá ungu froðbiarkvinnuni og hinum umborð. At enda í topp-fýra er nóg mikið at koma í finaluna.
Single-sculls (menn) - hálvfinala
Í morgin, hósdagin 1. august
9.00: Sverri Sandberg Nielsen - kappast um at koma í topp-trý
W8+ - hálvfinala
Í morgin, hósdagin 1. august
9.10: Sára Maria Johansen - kappast um at koma í topp-fýra
Róðrarnir verða vístir á TV2 Sport og TV2 Play - umframt hetta ber til at fylgja við á worldrowing.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald