Kappróður

Sverri rør OL-hálvfinalu hósdagin

Stendur til at byrja klokkan níggju fyrrapart føroyska tíð. Talan er um ein ógvuliga harðan hálvfinaluriðil, har millum annað gullvinnarin frá Tokyo og favoritturin í ár eru við.

Sverri Sandberg Nielsen í dagsins róðri í París. Har noydist royndi føroyski rógvrin veruliga at halda tunguna mitt í munninum - tað gekk heilt væl móti endanum, men kappingin harðnar munandi hósdagin (Mynd: roning.dk)

Sverri Sandberg Nielsen í dagsins róðri í París. Har noydist royndi føroyski rógvrin veruliga at halda tunguna mitt í munninum - tað gekk heilt væl móti endanum, men kappingin harðnar munandi hósdagin (Mynd: roning.dk)

2024-07-30 16:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sverri Sandberg Nielsen róði seg fyrrapartin framvið næstu forðingini móti OL-heiðursmerki. Tað gjørdist nakað tyngri enn væntað hjá sterka miðvinginum, men seinasti parturin av róðrinum eydnaðist heilt væl hjá Sverra, sum endaði nummar tvey av teimum seks.

Sí eisini: 
Stóð eitt sindur á hjá Sverra
Sverri: - Merkti at eg skuldi taka meg saman

Næsta forðingin er risastór. Tveir hálvfinaluriðlar eru hósmorgunin, har tríggir rógvarar úr hvørjum koma víðaril til A-finaluna, sum verður leygardagin. Sverri Sandberg Nielsen verður við í tí riðlinum, sum á pappírinum sær sterkari út.

[object Object]

Vit koma nærri inn á tað í morgin, men Sverri skal dystast móti millum annað gullvinnaranum og bronsuvinnarunum frá 2021 - ávíkavist Ntouskos og Martin - og týska Ziedler, sum er favoritturin í ár.

Sverri stendur ikki millum favorittarnar at koma víðari, men talan verður helst um ein heilt spennandi róður.

Sambært roning.dk byrjar seinni riðilin í single scullara hjá monnum - róðurin hjá Sverra Sandberg Nielsen, klokkan 9 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder