Annað

Sverri Sandberg Nielsen fingið staðfest covid-19

Føroyski rógvarin er smittaður á venjingarlegu í Portugal.

Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: Bjarni Enghamar)

Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: Bjarni Enghamar)

2020-11-29 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyski evropamestarin í einskullara, Sverri Sandberg Nielsen, hevur fingið staðfest covid-19 á venjingarlegu í Portugal.

Tað skrivaði heimasíðan roning.dk í gjár.

Danska róðurslandsliðið fór til Aviz í Portugal 14. november, og undir leguni hava tey øll verið negativ. Men fysioterapeuturin, Nicolai Hjelmroth, sum kom á leguna eina viku seinni, fekk sjúkueyðkenni týsdagin, og síðani er hann staðfestur covid-19 positivur. Hetta, hóast hann varð staðfestur negativur áðrenn fráferð.

Sverri og restin av landsliðnum vóru síðani avbyrgd á kømrunum, og vórðu tey øll kannað fleiri ferðir. Bert Sverri er staðfestur positivur.

Sverri er framvegis avbyrgdur, og áðrenn hann kann fara heimaftur, skal hann vera uttan sjúkueyðkenni og vísa á negativa kanning.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder