Kappróður

Sverri Sandberg Nielsen í EM-finalu seinnapartin

Í gjár tryggjaði hann sær pláss í A-finaluni í Varese í Italia, tá hann endaði á einum øðrum plássi í hálvfinaluni, og í dag skal hann verja EM-heitið.

Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: EPA)

Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: EPA)

2021-04-11 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár tryggjaði 27 ára gamli føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen sær pláss í A-finaluni í EM-kappingini í Varese í Italia. Í hálvfinaluni endaði hann á øðrum plássi aftanfyri týska Oliver Zeidler, sum eisini vann HM í 2019, har Sverri eisini endaði sum nummar tvey.

Tey trý fremstu sluppu víðari til A-finaluna, og har var ongantíð nakar ivi um, at Sverri fór at tryggja sær eitt av hesum plássunum. 

Thomas Poulsen, venjari, sigur við roning.dk, at hann var nøgdur við avrikið.

– Sverri hevði avgjørt ikki at spurta, og tað var fínt, tí hann hevði tamarhald á støðuni, sigur hann.

Sverri vann á heysti í fjør EM í einskullara, tá kappingin varð hildin í Póllandi, og tað er seinnapartin, at miðvingurin skal verja evropameistaraheitið.

Sverri Sandberg Nielsen rør undir donskum flaggi, og í summar skal hann umboða Danmark í OL í Tokyo. Føroyski rógvarin sigur í samrøðu við DR, at hann orsakað av OL ikki er heilt í toppformi, men tað merkir tó ikki, at dagsins finala ikki er av stórum týdningi.

– Eg havi sjálvandi fyrireikað meg væl, og hetta er ein kapping, har eg fegin vil klára meg væl. Men tað er ikki nú, eg skal vera hægstur.

Men sjálvandi, sigur hann, ræður tað um at vísa, at hann longu nú stendur seg væl, tí tað hevði sent eitt signal til kappingarneytar um, at hann ætlar sær at vera í toppformi, tá hann kemur til OL.

Tað verður klokkan 14.06, at miðvingurin skal verja EM-heitið. Fylgjast kann við á heimasíðuni hjá World Rowing.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder