Kappróður

Sverri Sandberg Nielsen í World Cup finalu í Sveis

Eftir at hava vunnið innleiðandi róðurin og fjórðingsfinaluna í gjár, vann Sverri Sandberg Nielsen eisini hálvfinaluna seinnapartin, og tryggjaði hann sær harvið eitt pláss í finaluni í morgin.

(Mynd: Landsholdet i roning/Balint Czucz)

(Mynd: Landsholdet i roning/Balint Czucz)

2023-07-08 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag tryggjaði miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen sær A-finalupláss á World Cup-stevnuni í Luzern í Sveis.

Í gjár vann hann innleiðandi róðurin og fjórðingsfinaluna í einskullara hjá monnum, og í seinnu hálvfinaluni seinnapartin var hann fyrstur á mál við tíðini 6.53.28, 3.66 sekund frammanfyri nummar tvey, grikska Stefanos Ntouskos.

Finalan verður sunnumorgunin klokkan 10.46.

Hetta er triðja World Cup stevnan í ár. Sverri Sandberg Nielsen vann silvurheiðursmerki á stevnunum í Kroatia og Italia.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder