Annað

Sverri Sandberg Nielsen trygt í hálvfinaluni

Hevði triðbestu tíðina í innleiðindi riðlunum fyrrapartin.

(Mynd av Instagram)

(Mynd av Instagram)

2020-10-09 12:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági, róði seg trygt í hálvfinaluna í EM-kappingini, sum verður hildin í Poznan í Polandi hetta vikuskiftið.

Sverri vann sín riðil trygt. Hann brúkti 6 minuttir og 54,18 sekund at rógva teir 2.000 metrarnar. Hann var sostatt meira enn fimm sekund skjótari enn grikski rógvarin, ið kom næstur á mál.

Sverri hevði tó ikki bestu tíðina av øllum, sum tryggjaðu sær luttøku í hálvfinaluni í morgin. Kjetil Borch var bestur við 6 minuttum og 53,6 sekund og niðurlendingurin Amos Keijser brúkti 6 minuttir og 53,71 sekund.

Tíðin hjá Sverra var hin triðbesta. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder