Í gjárkvøldið skipaði Ítróttasamband Føroya aftur fyri "Ársins Ítróttaheiðrar". Tiltakið var fyri innbodnum í Müllers pakkhúsi, har seks heiðrar skuldu latast.
Heiðrarnir, ið vórðu latnir í ár eru: Ársins ÍtróttaNAVN, Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT, Ársins SAMBAND, Ársins ÍtróttaFELAGI, Ársins ÍtróttaÁTAK og Heiðursskjal Poul E. Petersen.
Í uppskoti til størsta heiðurin, Ársins ÍtróttaNAVN, vóru Høgni Kunoy Dávason (taekwondo), Sverri Sandberg Nielsen (rógving), og U17-landsliðið hjá dreingjum (hondbóltur).
Ársins ÍtróttaNAVN gjørdist miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen, sum í ár fekk HM-silvur umframt tvey gullheiðursmerki á World Cup stevnum. Eisini hevur hann tryggjað sær luttøku til OL í Tokyo í summar næsta ár.
Hinar heiðurslønirnar vórðu býttar soleiðis:
Ársins ÍtróttaSAMBAND - Taekwondosamband Føroya
Ársins ÍtróttaÁTAK - Eydnudeild Føroyar
Ársins ÍtróttaFELAGI - Høgni Kunoy Dávason
Ársins ÍtróttaSTJØRNUSKOT - Elias Ellefsen á Skipagøtu
Heiðursskjal Poul E. Petersen - Súsanna K. Hansen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald