Í vikuni gjørdist greitt, at olympisku leikirnir ið skuldu verið í Tokyo í summar, ístaðin verða hildnir einaferð komandi ár. Hetta er vegna støðuni viðvíkjandi koronavirusinum.
IOC hevði fingið áheitan frá fleiri limalondum um at útseta OL - mest avgerðandi frá vetstjóðini Japan.
Ein føroyingur skuldi luttaka, miðvingurin Sverri Sanberg Nielsen. Rógvarin hevur veruliga gjørt um seg í altjóða kappingum, og til HM um mánaðarskifti august-september í fjør var Sverri tríggjar hundraðpartar frá at vinna gull. At hann var í finaluni var tó nóg mikið til at tryggja honum pláss til OL, sum tann triðji føroyingurin nakrantíð.
Eins og Katrin Olsen og Pál Weihe skal hann umboða Danmark, og Danmarks Idrætsforbund kunngjørdi í gjár, at allir íðkarar, sum høvdu tryggjað sær pláss til risastóru kappingina í summar, ikki missa tað til komandi ár. Hetta er bygt á eina avgerð frá IOC, ið er altjóða olympiska nevdnin.
Harvið noyðist Sverri Sandberg Nielsen ikki at stúra fyri tí, men íkomna støðan er ein smeitur fyri hann - bæði ítróttarliga og fíggjarliga, tí hann hevur arbeitt fram ímóti OL 2020 leingi og hevur fingið fígging, og harvið millum annað lagt venjingarlegur til rættis, til tað høvið.
Hetta greiddi rógvarin, ið er búsitandi í Danmark, frá í innslagi í Degi & Viku í gjár, har hann millum annað segði, at tað kann ganga útvið eitt ár, til hann av álvara kann kappast aftur.
Tað verður væntandi í apríl einaferð, at tað verður greitt, júst nær í 2021 OL verður hildið. OL í Japan fer framvegis at eita OL 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald