Fyrrapartin vann miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen silvur í World Cup II kappingini í Luzern í Sveis.
Við tíðini 6.50.13 gjørdist hann nummar tvey í A-finaluni í einskullara, minni enn tvey sekund eftir týska Oliver Zeidler, sum vann gull við tíðini 6.48.26.
Í hálvfinaluni í gjár endaði Sverri eisini sum nummar tvey aftanfyri Oliver Zeidler – við einum sekundi á muni.
Á triða plássi í dag var norðmaðurin Kjetil Borch, sum kom á mál við tíðini 6.54.09.
(Mynd: Danska landsliðið/Facebook)
– Eg var ikki heilt so skjótur frá byrjan sum ætlað. Fyrstu 1000 metrarnar vóru ikki so skjótir, sum eg hevði vónað. Men eg helt, at eg hevði meira at geva teir síðstu 1000 metrarnar. Sum heild eru eg væl nøgdur við mítt avrik í Luzern, sigur silvurvinnarin sambært Facebook-síðuni hjá danska landsliðnum í rógving.
Í summar skal Sverri umboða Danmark í OL í Tokyo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald