Annað

Sverri var skjótastur í hálvfinalunum

Skal rógva um evropameistaraskapin í single scullara í morgin.

Ársins ítróttanavn 2019 - Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Ársins ítróttanavn 2019 - Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-10-10 12:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen róði seg í dag tygt í finaluna um evropameistaraskapin í single scullara.

Hálvfinalurnar vóru í dag, og Sverri hevur bestu tíðina av øllum, sum róðu seg í finaluna. Hann róði teir 2.000 metrarnar í tíðini 6 minuttir og 45,92 sekund.

Norðmaðurin Kjetil Borch, sum vann hina hálvfinaluna brúkti 6 minuttir og 47,49 sekund.

Finalan verður í morgin. Sverri Sandberg Nielsen segði við útvarpið fyri løtu síðani, at hann fer at gera sítt besta í finaluni, og at tað vónandi verður gott nokk at vinna eitt EM-heiðursmerki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder