KÍ hevur skrivað undir við svian Thomas Gabrielsson. Hann skal hjálpa landsmanninum Magnus Powell við besta mansliðnum.
- Fyri meg kennist tað sera hugvekjandi at royna nýggja umhvørvið. Eg havi fingið sera professionella viðferð higartil frá øllum, sum eg havi havt samband við í felagnum. Eg eri ógvuliga spentur upp á nýggju uppgávuna, sum byrjar nú í januar og ikki minst at møta hjálparfólki, leikarum og øllum, sum eru kring felagið. Mítt mál og vón er, at komandi ár kemur at eydnast okkum væl, sigur Thomas Gabrielsson við heimasíðuna hjá KÍ.
Thomas Gabrielsson er 43 ára gamal og hevur verið hjálparvenjari í svenskum feløgum. Síðstu tíðina hevur hann verið høvuðsvenjarin í Østersund, har Magnus Powell eisini hevur starvast.
Betrideildarhópurin hjá KÍ byrjar eftir ætlan at venja 6. januar.
Magnus Powell er høvuðsvenjari hjá KÍ (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald