Annað

Svimjingin mundi tikið lívið av teimum

Danskir elitusvimjarar fortelja um ógvusligt venjingarumhvørvi í nýggjari sjónvarpssending.

Sidse Kehlet er hálvur føroyingur. Hóast hon ikki svimur longur, stríðist hon enn við trupulleikum frá haðra venjingarumhvørvinum (Skíggjamynd: DR)

Sidse Kehlet er hálvur føroyingur. Hóast hon ikki svimur longur, stríðist hon enn við trupulleikum frá haðra venjingarumhvørvinum (Skíggjamynd: DR)

2019-04-22 15:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í kvøld sendir sjónvarpsstøðin DR1 eina dokumentarsending, sum avdúkar hvussu hart tað kann vera at vera partur av framgongdarríku donsku svimjielituni.

Í sendingini fortelja fimm kvinnuligir úrvalssvimjarar, hvussu hart umhvørvið var í landsliðshópinum, serliga undir tveimum útlendskum landsliðsvenjarum, sum tóku sær av venjingini frá 2004 og frameftir.

Millum teirra, sum fortelja eru kendu svimjararnir og meistararnir Mette Jacobsen, Jeanette Ottesen og Kathrine Jørgensen. Fjórði svimjarin er nú 22 ára gamla Sidse Kehlet, sum hevur føroyska mammu.

Sidse fortelur í sendingini um, hvussu hon var viðfarin av hollendska landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer, tá hon sum 14 ára gomul varð úttikin á ungdómslandsliðið. Hon fekk at vita, at hon var ov tjúkk og vánalig, hóast hon hevði bestu tíð í Evropa í 100 metra firvaldssvimjing fyri sín aldursbólk. Eisini Michael Hinge, ungdómslandsliðsvenjari, brúkti óvanligar hættir fyri at trýste Sidse til at koma niður í vekt.

Mátin, sum Sidse varð viðgjørd av landsliðsvenjarunum, serliga á eini venjingarlegu í Fraklandi, fekk álvarsligar avleiðingar fyri hana. Sidse gjørdist ikki bert sálarliga illa fyri, men eisini kropsliga, orsaka av etingarólagi og ovurnýtslu av pínustillandi heilivági.

Svimjingin var nær við at taka lívið av henni, staðfestir sendingin.

Dokumentarurin ”Svømmestjerner – under overfladen” verður víst á DR1 í kvøld kl. 19.45, men kann longu nú síggjast á heimasíðuni hjá Danmarks Radio 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder