Svimjisamband Føroya hevur nú fingið váttan um upptøku í altjóða svimjisambandinum, sum eitur ILS, International Life Saving Federation. Við hesum limaskapi fylgir eisini limaskapur í evropeisku deildini ILSE.
- Talan er tíverri enn bara um atlimaskap, tí at vit sambært galdandi reglum hjá ILS ikki kunnu fáa fullan limaskap, fyrr enn Føroyar eru limir í ST ella í minsta lagi hava OL-limaskap. Men tey kenna til okkara ynski um fullan limaskap, og eru opin fyri í framtíðini at taka hetta upp til viðgerðar aftur, skrivar formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu á svimjing.com.
Limaskapurin í ILS gevur føroyskum svimjarum atgongd til teirra altjóða lívbjargingarprógv, umframt sjálvsagda atgongd til teirra útbúgvingar og ráðstevnur. Eisini kunnu føroyingar nú luttaka í kappingum, sum ILS og ILSE skipa fyri.
Tað er ymiskt frá landi til lands, í hvønn mun svimjing og lívbjarging er undir sama hatti. Í til dømis Noregi eru tað ymiskir felagsskapir, sum taka sær av hesum báðum viðurskiftum, meðan tað til dømis í Danmark og Italia eru somu felagsskapir.
- Her í Føroyum gleðast vit í Svimjisambandinum um, at hava fingið hetta upp á pláss, eisini nú evropeisku felagsskapirnir báðir, LEN og ILSE, eru farnir undir eitt felags átak til at betra um svimjiførleikan í Evropa, til eisini tann vegin at minka um druknitíttleikan, skrivar Rókur í Jákupsstovu á sviming.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald