Annað

Svimjisambandið flytir til Runavíkar

Svimjisamband Føroya fer at flyta inn í sama bygning sum Visit Runavík í Saltangará – Svimjisambandið skal vera úti úr ÍSF-húsinum í Havn leygardagin klokkan 12.

Nýggi heimsstaðurin hjá Svimjisamband Føroya (Mynd: SSF)

Nýggi heimsstaðurin hjá Svimjisamband Føroya (Mynd: SSF)

2020-10-06 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Runavíkar kommunu um at flyta skrivstovu og goymslu til Runavíkar, nú flytast skal úr ÍSF-húsinum í Havn.

Nýggi heimstaðurin hjá Svimjisamband Føroya verður í bygninginum har Visit Runavík longu húsast, á Heiðavegi 13 í Saltangará, mitt í býnum og nær bæði ítróttarøki og tunnilsmunna, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

– Vit í svimjisambandinum eru sjálvsagt sera fegin um hesa loysn sum Runavíkar kommuna bjóðar okkum, nú ÍSF-húsið er selt og verður tikið niður.  Hølini í Saltangará eru sera væl egnað til okkara tørv, og liggja væl fyri í mun til okkara núverandi virksemi, har til dømis trý av okkara seks virknu feløgum eru búsitandi í Eysturoy.

– Tað er stutt til Havnar, nú tunnilin kemur, og vónandi verður tað skjótt eisini heilt stutt til stásiliga svimjihøll, sum Runavíkar kommuna ætlar at byggja við Løkin.

Les eisini: Nú verður svimjihøllin í Runavík boðin út

Ætlanin er, at byrjað verður at flyta longu fríggjadagin, nú Svimjisambandið skal vera úti úr ÍSF-húsinum leygardagin klokkan 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder