- Fyriskipararnir av Oyggjaleikum á Gibraltar hava sent okkum luttakarum kunning sum fortelur millum annað, at ætlaða takið ikki verður klárt, umframt at skiftirúmini heldur ikki eru heilt klár.
Soleiðis skrivar Svimjing.com, nú tað frættist at spildur nýggi svimjihylurin, sum skuldi nýtast til Oyggjarleikirnar, ikki verður heilt klárur.
- Hetta fer tó sambært teimum ikki at ávirka sjálva svimjistevnuna, og eiheldur møguleikan hjá svimjarunum at skifta og brúsa sær osfr.
Talan er um ein spildurnýggjan langhyl sum sambært heimasíðuni hjá fyriskiparunum var ætlaður at skula standa klárur í 2018, men sum síðani varð sagdur at skula standa klárur til ‘Brexit day’ hin 29. mars, og síðani til meira ella minni beint áðrenn Oyggjaleikir.
Í apríl søgdu tey seg arbeiða døgnið runt, og sigur kunningarskrivið nú at avbjóðingin serliga hevur verið harður klettur har svimjihylurin skal standa.
Ætlaða takið skuldi bara vera fyribils ísv Oyggjaleikir, og kemur sjálvur hylurin tí (vónandi) at standa sum ætlað tá ið leikirnir byrja, líka við undantaki av teimum enn ikki lidnu skiftiumstøðunum.
Men har verður gott pláss – talan er um ein langhyl sum kann býtast sundur í tveir 25-metra-hyljar.
Oyggjaleikirnir hesaferð verða á Gibraltar 6. juli til 12. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald