Svøríki er tað norðurlandið, sum – higartil – hevur vunni nógv flest heiðursmerki á Olympisku Leikunum í Paris.
Svøríki hevur vunnið 8 heiðursmerki tilsamans – 3 út gulli, 3 úr silvuri og 2 úr bronsu.
Eftir av svimjarin Sarah Sjöström hevði vunnið tvey gullheiðursmerki, kom tað triðja svenska gullheiðursmerkið í hús, tá Armand Duplantis í stórum stíli setti nýtt heimsmet í stangarlopi í gjárkvøldið.
Les: Svenskur úrmælingur tók heimsmetið í stangarlopi
Svensku silvurheiðursmerkini eru komin í borðtennis (Truls Möregårdh), skjóting (Victor Lindgren) og sigling (liðkapping fyri kvinnur). Bronsuheiðursmerkini eru komin í fjallasúkkling (Jenny Rissveds) og judo (Tara Babulfath).
Danmark tryggjaði sær tvey heiðursmerki í gjár. Umframt flotta gullheiðursmerkið, sum Viktor Axelsen vann í badminton, tryggjaði siglarin Anne-Marie Rindom silvursheiðursmerki, hóast kappingin ikki endar fyrr enn í dag. Frammanundan hevur Danmark vunnið bronsu fyri lið í dressur-ríðing.
Les eisini: Axelsen tryggjaði Danmark gullheiðursmerki
Noreg hevur higartil bert fingið eitt heiðursmerki, men tað er úr gulli. Tað vann Markus Roth í tíggjudysti í frælsum ítróttum.
Finnland og Ísland hava ikki vunnið heiðursmerki enn.
USA liggur nú á odda í kappingini um flest heiðursmerki, tey hava vunnið 79 (21-30-28). Kina hevur vunnið 53 (21-18-14) og Frakland 48 (13-16-19).
Olympisku Leikirnir enda sunnudagin.
Í løtuni spæla donsku kvinnurnar fjórðingsfinalu í hondbóltshøllini móti Niðurlondum. Dysturin sæst á TV2 Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald