Vanliga verður seinasta umfarið avgreitt sum stórt felagsumfar, men Korona-støðan bar í sær, at vent var aftur til vanligu mannagongdina, at heimaliðini skipaðu fyri sínum dystum.
Mesti spenningurin var á Giljanesi, har oddaliðini í 1. deild brustu saman í rættari FM-finalu. Havnarmenn tóku øll á bóli við einum knúsandi stórsigri á meistaraliðnum í Vágum. 3½-½ sigurin bar í sær, at steypið endaði aftur í Havn.
Havnarliðið tóktist væl fyrireikað. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevði havt allan leikhópin saman í vikuni, og har var løgd ein greið dystarætlan niður í smálutir fyri hvørt borð. Í samráð við hinar var avrátt, at hin einans 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol skuldi fáa uppgávuna at telva við svarta fólkinum móti toppskjúttanum hjá vágamonnum, Torkil Nielsen, á 4. borði. Ungi evnaríki telvarin lønti hinum álitið aftur við at vinna ógvuliga sannførandi, og geva útiliðnum eina flúgvandi byrjan í dystinum.
Til endans lá alt á herðunum á fleirfalda føroyameistaranum Martin Poulsen á 2. borði. Hóast hann hevði yvirav sær mótstøðumenn við hægri styrkitali, var hann kortini ósvikaligur tryggur og koppaði á øðrum sinni í landskappingini í vetur favorittinum Rógva Egilstoft Nielsen, og so var alt liðugt. Tá hevði Olaf Berg eisini vunnið á 3. borði, og Helgi Dam Ziska tikið remis á 1. borði móti Høgna Egilstoft Nielsen.
Havnarliðið er ósigrað í kappingini í vetur. Teir vunnu sjey dystir og spældu tríggjar javnar. Tað er hugvekjandi, at báðir dystirnir móti øðrum liði hjá Havnini endaðu javnir. Telvararnir á øðrum liði vóru tí um reppið at forkoma felagnum meistaraheitið. Hugvekjandi er tað eisini, at báðir toppdystirnir millum Havnina og Sandavág endaðu við stórsigri 3½-½ til føroyameistararnar.
Í hinum endanum í deildini var annar lykladystur. Kollfirðingar og vestmenningar telvaðu sínamillum um hvat av teimum liðunum fór at varðveita sætið í deildini. Dysturin endaði 2-2, og tað rakk hjá kollfirðingum. Vestmenningar gjørdust júst ov stuttir. Hitt einaferð so stolta talvfelagið í Vestmanna noyðist tí tungu gongdina niður í 2. deild eftir einans eitt ár í fremstu deildini.
Til endans sótu Martin Poulsen og Rógvi Egilstoft Nielsen eftir við tí avgerandi talvinum. Mynd: jn.fo
Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild vóru hesir:
Og her sæst talvan við øllum dystarúrslitunum og endaligu støðuni í 1. deild:
Úrtøkan hjá telvarunum á vinnandi liði Havnar Telvingarfelags í ár er hendan:
Helgi Dam Ziska 7/8
Martin Poulsen 5/6
Olaf Berg 4½/6
Luitjen Akselsson Apol 6/8
Sjúrður Thorsteinsson 4/6
Carl Eli Samuelsen 1/2
Rógvi Mortensen 0/1
Leif Reinert Fjallheim 1½/2
Andrias Ziska 1/1
HT og ST
Í samfull tíggju ár hevur kappingin um meistaraheitið í landskappingini í talvi staðið millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Sigursrøðin er hendan:
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
FM-heitið í ár er hitt 24 hjá aldursforsetanum í føroyskari telving. Havnar Telvingarfelag var stovnað í 1923, og gongur tí móti teimum hundrað árunum. Landskappingin í talvi byrjaði í 1971. Býtið av FM-sigrum í fremstu deildini er hetta:
HT (Havnar Telvingarfelag) 24
KTF (Klaksvíkar Talvfelag) 8
ST (Sandavágs Talvfelag) 6
VT (Vestmanna Talvfelag) 6
KT (Kollafjarðar Talvfelag) 4
TT (Tofta Talvfelag) 1
TFS (Talvfelagið Streymur) 1
Klaksvík vann hinar deildirnar
Klaksvíkar Talvfelag gjørdi bart og vann bæði 2.- og 3. deild í ár. Tað vísir breiddina hjá felagnum. Tað tykist, sum hevur felagið ikki av álvara fótað sær aftur sum tað topplið, tað í nógv ár var, síðan felagsins aðalstuðul í mong ár, Heini Olsen, doyði fyri júst tíggju árum síðani.
Klaksvíkar Talvfelag vann sítt higartil síðsta meistaraheiti í 2010, men hevur endað á nærum hvørjum ári síðani sum nummar trý í fremstu deildini - aftanfyri kappingarneytarnar Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Men breiddin svitast framvegis ikki. Og tað tekst ikki frá klaksvíkingum, at teir eiga fleiri javntgóðar telvarar enn flest øll onnur feløg.
Í ár vóru klaksvíkingar í flokki fyri seg í 2. deild og tryggjaðu sær spælandi sætið í 1. deild komandi kappingarár við einum liði aftrat. Og hartil eydnaðist eisini felagnum at strúka avstað við sigrinum í 3.deild við. Tað kom til endans at standa á jøvnum millum klaksvíkingar og toftamenn, men eftir regluni um mótstøðustig vunnu klaksvíkingar fínteljingina.
2. deild 10. umfar
Gøta-Klaksvík 2-2
Kollafjørður-Havnin 2½-1½
Sandavágur-Runavík 1½-2½
Endaliga støðan í 2. deild
Klaksvík 28 stig
Havnin 23
Kollafjørður 20½
Runavík 18
Sandavágur 17
Gøta 13½
Fegnir klaksvíkingar - bestir í bæði 2.- og 3. deild.
3. deild
Síðsta umfar
Toftir-Kollafjørður 3-1
Havnin-Klaksvík ½-3½
Vestmanna-Rókur 2½-1½
Sandavágur-Runavík 3½-½
Kollafjørður-Havnin B ½-3½
Endaliga støðan í 3. deild
Klaksvík 31 stig
Toftir 31 stig
Sandavágur 231
Kollafjørður 22½
Havnin 21½
Rókur 20½
Sandavágur B 18
Vestmanna 15½
Runavík 15
Kollafjørður B 12½
Havnin B 8
(Innsent: Talvsamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald