Annað

Taekwontosambandið fingið búmerki

Átta íðkarar til NM undir Merkinum og nýggjum búmerki um vikuskifti.

2020-01-16 07:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Taekwondosamband Føroya, sum varð stovnað í 2017, hevur nú fingið nýtt búmerki. Sambandið skrivar, at tað er Else Sjúrðraberg, sum hevur sniðgivið búmerkið. 

Hóast sambandið bert er tvey ára gamalt, hava tey fingið nógv av skafti. 

Fyri fyrstu ferð í søguni var FM í taekwondo á skránni í oktober í fjør. Og í desember fekk sambandið altjóða viðurkenning, tá tað var upptikið í World Taekwondo Federation.

Um vikuskiftinum fara átta íðkarar avstað til norðurlendsku meistarakappingina, sum verður í Olso í Noregi. Tey kunnu tá stolt berjast undir Merkinum, skrivar Taekwondosamband Føroya í tíðindaskrivi. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder