Fótbóltur

Tættari í oddinum

Oddaliðið og NSÍ leiktu javnt í Runavík, meðan HB og EBS/Skála vunnu sínar dystir móti uppflytarunum. B36 reisti seg eftir vánaligu gongdina, og vann trygt móti Víkingi.

44 ára gamla Malena Josephsen skoraði fyri KÍ í 42. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

44 ára gamla Malena Josephsen skoraði fyri KÍ í 42. minutti (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-19 06:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fult umfar varð í bestu kvinnudeildini í gjárkvøldið. Stórur spenningur var um úrslitið við Løkin í Runavík. Oddaliðið KÍ var á vitjan hjá NSÍ. Longu í fyrsta minutti legði heimaliðið seg á odda, og tað skuldu ganga næstan 40 minuttir áðrenn KÍ svaraði aftur.

Í 42. minutti var tað royndi leikarin hjá KÍ, Malena Josephsen, sum javnaði til 1-1. Í seinna hálvleiki hevði KÍ stóra partin av spælinum, men bólturin vildi illa í kassan. Hervør Olsen, sum hevur verið flúgvandi í ár, var kortini klár aftaná trunkaspæl í brotsteiginum hjá NSÍ, og setti fótin á bóltin til 2-1. KÍ á sigurskós.

[object Object]Hervør Olsen setir fótin á bóltin, og leggur KÍ á odda 2-1 (Mynd: Sverri Egholm)

Góðar tíggju minuttir seinni fekk NSÍ brotsspark, sum Rúna Olsen umsetti til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

Sí myndir frá NSÍ-KÍ

[object Object]Frøi á vespunum eftir at Rúna Olsen javnaði til 2-2 aftaná brotsspark (Mynd: Sverri Egholm)

Í Sarpugerði var eisini spenningur, har Víkingur tók ímóti B36, sum herfyri nýggjan venjara, og skal venda vánaligu gongdini í ár.

Og tað má man siga, at tær hvítu úr Havn gjørdu. Víkingur legði seg á odda tá bara fimm minuttir voru farnir, men tíggju minuttir seinni javnaði Olga Kristina Hansen til 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Tá 57 minuttir vóru leiktir fekk B36 brotsspark, og tað setti gongd á málskjótingina, tí upp á undir tíggju minuttir vóru B36-kvinnurnar á odda 4-1.

Maibritt Olsen kundi við brotssparki í 79. minutti minka um munin til 4-2, sum eisini gjørdist úrslitið.

Sí myndir frá Víkingur-B36

[object Object]Glaðar B36-kvinnur aftaná dystin í Sarpugerði í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

HB vann tryggan 4-0 sigur á Tórsvølli móti 07 Vestur, og EBS/Skála vann heili 7-0 móti AB/B71 á Argjum.

Sí myndir frá HB-07 Vestur

[object Object]Fagnaður eftir 2-0 málið, sum Ide Marie Christensen tók sær av (Mynd: Sverri Egholm)

Við úrslitunum í gjárkvøldið gerst tað tættari í oddinum, og nú eru bara tvey stig á muni millum KÍ og HB og EBS/Skála á einum deildum øðrum plássi. Um Víkingur vinnur sín útsetta dyst, koma tær ljósabláu eisini upp á 16 stig, og bara tvey stig frá KÍ.

Víkingur - B36 2-4 (1-1)
5' Hanna Isaksen Højgaard 1-0
15' Olga Kristina Hansen 1-1
57' Jacoba Langgaard 1-2
60' Jacoba Langgaard 1-3
60' Emma Hansdóttir 1-4
79' Maibritt Olsen 2-4 (br.)

HB - 07 Vestur 4-0 (0-2)
25’ Julia Naomi Mortensen 1-0
34’ Ide Marie Christensen 2-0
49’ Elin Maria Isaksen 3-0
69’ Ide Marie Christensen 4-0

NSÍ - KÍ 2-2 (1-1)
1’ Heidi Sevdal 1-0
42’ Malena Josephsen 1–1
68’ Hervør Olsen 1-2
78’ Rúna Olsen 2-2 (br.)

AB/B71 - EBS/Skála 0-7 (0-2)
23’ Lea Lisberg 0-1
40’ Lea Lisberg 0-2
46’ Lea Lisberg 0-3
49’ Lea Lisberg 0-4
53’ Sigrun Kallsoy Kristiansen 0-5
77’ Silja Augustinussen 0-6
84’ Lea Lisberg 7-0

Betri deildin kvinnur
1. KÍ (18 stig)
2. HB (16 stig)
3. EBS/Skála (16 stig)
4. Víkingur (13 stig)
5. NSÍ (13 stig)
6. B36 (10 stig)
7. 07 Vestur (3 stig)
8. AB/B71 (0 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder