Føroyar telvaðu í gjárkvøldið javnt móti Finnlandi í EM-kappingini fyri landslið í Montenegro.
Eitt fínt úrslit.
Men vit áttu av røttum at vunnið. John hevði ein av teimum døgunum, tá ið talvið allan vegin er í sunnari javnvág, og eingin vandi er á ferð. Eitt trygt remis, og so var botnurin lagdur.
Martin hevur telvað seg heitan, og nú koppaði hann sterkum mótstøðumanni við hvíta fólkinum á 2. borði. Í uppbýtinum til javnt endatalv var hvørgin heilt neyvur. Finnlendingurin fekk fyrst viðrák, men tvørrandi neyvleiki bar í sær, at alt kollveltist í einum viðbragdi. Brádliga hevði Martin bæði sett og matchbólt, og endin var, at hann setti mótstøðumannin skák og mát. Flott Martin - mótstøðumaðurin hevði útivið 100 ratingstig fleiri.
So vóru tað Egilstoft-brøðurnir. Høgni hevði eitt skifti greiðan fyrimun á 1. borði, og Rógvi stóð við javnari støðu á 3. borði. Neyðin hjá Høgna - og føroysku telvarunum sum heild - er tann, at hugsað verður so leingi um hvønn leikin, at tíðin verður ov knøpp upp undir evstamark. Tveir tímar eru til fjøruti leikir. Høgni hevði aftur í gjár einans einar fimm minuttir í alt frá 25.- til 40. leik. Hevði Høgni verið neyvari og skarpari í hesum tíðarbili, hevði hann ivaleyst vunnið. Hann hevur greiðan fyrimun til 36. leik, men tá fer hann av kós og missir fyrimunin, og fær hann ikki aftur. Hesa avgerandi løtuna hevði hann í miðal hálvan minuttin til leikin. Í staðin endar talvið javnt eftir 51 leikir.
Nakað tað sama hendir Rógva. Hann hevur javna støðu í endatalvinum, men hevur ikki bindini til tolið verjuspæl, sum í hesum føri var neyðugt. Hann fer í staðin undir eitt ógrundað mótálop, og eftir fáum leikum er støðan tapt. Safety first! Tað veit síðumaðurin - John Rødgaard - afturímóti alt um.
7. umfar (18. november) - EM í Montenegro
Kosovo í dag
Í næstsíðsta umfari í dag, sunnudagin møta Føroyar Kosovo. Teir eru styrkismettir eitt pláss aftari enn vit, men hava ligið eitt vet fremri alla kappingina.
Vit hava vunnið á Kosovo bæði í EM 2015 og EM 2017, men fyritreytirnar eru eitt sindur øðrvísi nú. Helgi Dam Ziska vann á 1. borði báðar ferðirnar á Nderim Saraci, sum framvegis er teirra oddamaður, í øðrum lagi tykist Kosovo heldur styrknað síðani 2017.
Men ein javnan og spennandi dyst vænta vit at fáa ímóti teimum.
Spennandi dystir
EM-kappingin fyri landslið í talvi er rættiliga spennandi. Nú Russland ikki er við, eru nógvir um boðið at vinna. Eingin beinleiðis favorittur er. Í løtuni stendur á jøvnum millum Týskland, Ongland og Serbia, men fleiri eru beint í hølunum á teimum.
Toppdysturin millum Týskland og Ongland endaði 2-2. Remis á øllum borðum, tó at telvað varð væl og leingi.
Magnus Carlsen mundi tapt. Norra og Danmark brustu saman. 19 ára gamla danska stórtalentið Jonas Buhl Bjerre hevði heimsins besta á knøunum, men á næstan mozartskan hátt reistist Carlsen úr øskuni og fekk strítt seg til eitt harðvunnið remis. Og so vann Norra dystin tepurt.
Úrslit í 7. umfari:
Týskland - Ongland 2-2
Rumenia - Serbia 1½-21
Ungarn - Armenia 1½-2½
Kekkia - Frakland 1-3
Kroatia - Holland 2-2
Danmark - Norra 1½-2½
Svøríki - Turkaland 2½-1½
Ísland - Skotland 3½-½
Topp 5
Týskland 11
Ongland 11
Serbia 11
Frakland 10
Armenia 10
Botn 5
34. Finnland 4
35. Kosovo 4
36. Føroyar 3
37. Albania 2
38. Skotland 0
Dystir í 8. umfari (sunnudagin 19.11)
Týskland - Frakland
Ongland - Serbia
Norra - Holland
Svøríki - Ungarn
Danmark - Ísland
Finnland - Sveis
Føroyar - Kosovo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald