Annað

Talv: 7. umfar í dag

Lekirnir í sjeynda umfari av øllum deildum verða fluttir í dag. Dystirnir byrja allir kl. 14.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-02 13:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landskappingin í talvi er byrjað aftur í nýggja árinum. Fyrsta umfar í seinnu hálvu er farið afturum, og í dag verða leikirnir fluttir í sjeynda umfari í øllum deildum.

Í seinasta umfari í 1. deild um miðjan januar otaði oddaliðið hjá Sandavágs Talvfelag seg eitt stig longur frá argastu kappingarneytunum í Havnar Telvingarfelag. Sandavágsmenn vunnu 3-1 á kollfirðingum. Á 1. borði eydnaðist Hans Kristiani Simonsen at koppa Høgna Egilstoft Nielsen. Á hinum borðunum vunnu vágamenn.

Silas Eyðsteinsson var ikki við í sætta umfari; fyri hann telvaði Bernhard Augustinussen. Eykamenninir hjá Sandavágs Talvfelag hava higartil gjørt bart, tá tørvur hevur verið á teimum. Bæði Bernhard Augustinussen og Ingi Wiberg hava fulla úrtøku sum avloysarar.

Fyrsta lið hjá Havnar Telvingarfelag mátti heldur óvæntað sættast við javnleik 2-2 móti B-liði felagsins. Er nakað lið, sum hevur volt HT 1 trupulleikar í hesum kappingarári, er tað B-liðið hjá sama felag. Á fyrsta borði endaði javnt millum Martin Poulsen og Rógva Mortensen. Á øðrum borði vann Olaf Berg á Herluf Hansen, men á triðja borði koppaði Margar Berg Sjúrði Thorsteinssyni. Og á fjórða borði endaði javnt millum Luitjen Apol yngra og Eli W. Finnsson.

Í triðja dystinum vunnu klaksvíkingar 3-1 á vestmenningum. Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Rani Baldvinsson vunnu, meðan Steintór Rasmussen mátti lúta fyri Samson Højgaard.

Støðan í 1. deild fyri sjeynda umfar í dag er henda:

Sandavágur 18½ stig
Havnin 17
Klaksvík 13½
Havnin B 9
Kollafjørður 7½
Vestmanna 6½

Dystirnir í dag eru hesir:
Havnin-Vestmanna
Havnin B-Sandavágur
Klaksvík-Kollafjørður


Hinar deildirnar

Í 2. deild er støðan henda:
Havnin 16½
Klaksvík 15½
Kollafjørður 12½
Runavík 11½
Sandavágur 10
Gøta 6

Dystirnir í dag:
Havnin-Klaksvík
Runavík-Kollafjørður
Sandavágur-Gøta


3. deild (Støðan)
Toftir 19½
Klaksvík 19
Havnin 17
Kollafjørður 16
Sandavágur 13½
Runavík 12
Sandavágur B 11½
Rókur 11
Kollafjørður B 9½
Vestmanna 8
Havnin B 3

Dystirnir í dag:
Havnin-Toftir
Klaksvík-Vestmanna
Kollafjørður-Sandavágur
Rókur-Runavík
Havnin B-Sandavágur B

Allir dystir byrja klokkan 14.00. Fimm dystir eru í Havn, og har verður telvað í Gula Skúla við Landavegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder