Annað

Talv: Endaspurturin byrjar

Í morgin, sunnudagin, verður farið undir dystirnar í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini í talvi fyri feløg - Tvey stig eru á muni millum oddaliðini Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag, sum hittast í síðsta umfari um tvær vikur.

Vágamenn og havnarmenn í avgerandi dysti um FM-heitið í talvi

Vágamenn og havnarmenn í avgerandi dysti um FM-heitið í talvi

2024-02-24 19:00 Author image
Innsent
placeholder

Í morgin fæst so greiði á, hvørjar fyritreytirnar fyri avgerandi innanhýsis dystin í síðsta umfari verða - verður núverandi munurin standandi óbroyttur, økist hann ella styttist hann?

Havnarmenn hava ivaleyst heldur torførari dyst enn sandavágsmenn í morgin. Báðir FM-biðlarnir hava klaksvíkingar ímóti sær; Havnin telvar móti 1. liði hjá Klaksvík, Sandavágur hevur dyst móti B-liði felagsins. Tað er tó at siga, at munurin á báðum klaksvíksliðunum í 1. deild er ikki eins stórur og munurin á báðum liðunum, sum Havnin og Sandavágur hvør hava í bestu deildini.

Telvað verður soleiðis í 1. deild í morgin:

1. deild - 9. umfar (25. februar 2024)
Havnin (1) - Klaksvík (1)
Klaksvík (2)- Sandavágur (1)
Havnin (2) - Sandavágur (2)

Støðan í 1. deild:
Havnin 27 stig
Sandavágur 25
Klaksvík 15½
Sandavágur (2) 11
Klaksvík (2) 10
Havnin (2) 7½


Suveren oddalið

Úrslitini tala. Oddaliðini bæði eru í flokki fyri seg.

Havnarmenn hava ásannað, at skulu teir taka meistaraheitið frá vágamonnum, krevst einki minni enn ein óvanliga góð úrtøka á hvørjum borði.

Við undantaki av fyrra innanhýsis dystinum millum Havnina og Sandavág, sum endaði javnur, hevur oddaliðið fingið ikki minni enn 3½ stig í hvørjum av hinum dystunum. Vágamenn hava vunnið sínar dystir 3-1 ella meira.

Havnarmenn hava bara tapt eitt av 32 talvum higartil, vágamenn tvey.

Innanhýsis úrtøkan hjá oddaliðunum báðum er henda:

Havnin
Helgi Dam Ziska 6½/7
Martin Poulsen 2/2
Carl Eli Samuelsen 5/7
Luitjen Akselsson Apol 5½/7
Sjúrður Thorsteinsson 7/8
Suni Merkistein 1/1

Sandavágur
Rógvi Egilstoft 6/7
Høgni Egilstoft Nielsen 7/8
Silas Eyðsteinsson 4½/7
Torkil Nielsen 2½/3
Jón í Horni Nielsen 5/7


Aðruhvørja ferð

Ikki síðani 2010 hevur annað felag enn tey í Sandavági og í Havn vunnið FM. Tá vann Klaksvíkar Talvfelag. Síðani hava vágamenn og havnarmenn verið einsamallir um oddastríðið.

Seinastu seks árini hava feløgini vunnið aðruhvørja ferð:

FM-vinnarar í talvi 1. deild 2018-2023
2018 HT
2019 ST
2020 HT
2021 ST
2022 HT
2023 ST


Hinar deildirnar

Í 2. deild er Kollafjarðar Talvfelag á odda. Runavíkingar eru teir einastu, sum hótta.

Í 3. deild eru toftamenn klárt á odda, og hava at kalla tryggjað sær uppflyting.

Í 4. deild hevur Havnar Telvingarfelag verið á odda allan vegin.

Mesti spenningurin er í unglingadeildini. Har kann alt henda.


2. deild (topp-3)
Kollafjørður 20 stig
Kongshavn 16½
Havnin 16

3. deild (topp-3)
Toftir 25½ stig
Sandavágur 17
Rókur 15½

4. deild (topp-3)
Havnin 24 stig
Klaksvík 20
Klaksvík/Strendur 19½

Unglingar
Gøta 16 stig
Sandavágur 15½
Havnin 15½

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder