Munurin millum tey bæði fremstu liðini styttist við tveimum stigum eftir dystirnar í sjeynda umfari um vikuskiftið.
Sandavágsmenn máttu sættast við javnleik móti øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdu sína skyldu og vunnu á ovaru borðunum á ávikavist Rógva Mortensen og Heiðrik Jacobsen, men á aftaru borðunum vóru havnarmenn við yvirlutan. Leif Reinert Fjallheim og Margar Berg vunnu á ávikavist Torkil Nielsen og Bernhard Augustinussen. Silas Eyðsteinsson var ikki við hjá sandavágsmonnum í dag.
Fyrsta lið hjá Havnini gjørdi bart í dystinum móti Klaksvík 2 og vann 4-0. Martin Poulsen, Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Herluf Hansen vunnu allir.
Í triðja dystinum í 1. deild í dag vann fyrsta lið hjá Klaksvíkar Talvfelag 3½-½ á Kollafjarðar Talvfelag.
Støðan í 1. deild eftir 7. umfar:
Sandavágur 21½
Havnin 20
Klaksvík 14½
Havnin (2) 10
Kollafjørður 9
Klaksvík (2) 9
Spenningurin er tí ikki sørur um hvussu kappingin um FM-heitið millum vágamenn og havnarmenn fer at enda.
Trý umfør eru eftir í kappingini. Skráin í 1. deild er henda:
8.umfar (3. mars)
Sandavágur - Klaksvík
Kollafjørður – Havnin
Klaksvík (2) - Havnin (2)
9. umfar (17. mars)
Klaksvík (2) – Sandavágur
Havnin – Klaksvík
Havnin (2) - Kollafjørður
10. umfar (6. apríl)
Sandavágur – Havnin
Klaksvík - Havnin (2)
Kollafjørður - Klaksvík (2)
Sent inn: Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald