Annað

Talv: Sama søga

Tað gongur ikki illa hjá føroysku telvarunum í krútsterku EM-stevnuni í Montenegro, tó at vit hava tapt allar dystirnar higartil.

Føroyska liðið hevur ongan tiltaksmann í Montenegro. Hesir fýra mugu tí telva allar níggju dystirnar fyri Føroyar. F. v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

Føroyska liðið hevur ongan tiltaksmann í Montenegro. Hesir fýra mugu tí telva allar níggju dystirnar fyri Føroyar. F. v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

2023-11-15 07:42 Author image
Innsent
placeholder

Triðja dagin á rað taptu okkara menn 2½-1½. Hesaferð møttu vit eykamonnunum hjá vertstjóðini. Tað endaði aftur javnt á trimum av fýra borðum. Men so tapa vit fjórða talvið og harvið dystin.

Mikudagin var tað Rógvi Egilstoft, sum lá eftirá. Rógvi hevur annars verið ósigraður í kappingini higartil. Mótstøðumenninir høvdu hægri styrkitøl á fremstu trimum borðunum, men mótstøðuliðið er bara eitt pláss ovari enn vit í styrkismetingini.

Martin Poulsen fekk eitt kærkomið remis í gjár. Hann hevði svarta fólkið móti altjóða meistara við væl hægri styrkitali, men í dag hepnaðist tað, sum mishepnaðist týsdagin.

Høgni og John halda fast um góðu gongdina, og fingu báðir remis.

4. umfar - 14. november (EM Montenegro)

[object Object]

Skotland í dag

Í fimta umfari í dag fær føroyska liðið ein týðandi lykladyst. Vit møta Skotlandi, sum er annað av liðunum í kappingini, ið er styrkismett aftari enn vit. Skotar hava ikki allar sínar fremstu telvarar við í Montenegro.

Altjóða meistarin Andrew Muir, sum er á 1. borði, er í løtuni nummar sekstan á skotska styrkilistanum. Sterkasti telvari í Skotlandi er stórmeistarin Jonathan Rowson. Hansara styrkital er 2538. Okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, hevur styrkitalið 2548.

Vónandi fer at bragda hjá okkara monnum. Ein sigur á Skotlandi hevði fløvað.


Spenningur

Tað gongur annars javnt á í oddastríðnum. Týskland, Armenia og Pólland eru fremst, men fleiri lond anda í nakkan á teimum.

Úrslit í gjár:

Týskland-Pólland 2-2
Holland-Rumenia 2-2
Armenia-Ísrael 3-1
Kroatia-Aserbadsjan 2½-1½
Turkaland-Ongland 1½-2½
Grikkaland-Spania 2½-1½
Frakland-Italia 1½-2½
Finnland-Norra ½-3½
Ísland-Ungarn 1½-2½
Danmark-Belgia 3-1
Svøríki-Albania 3-1
Kosovo-Skotland 3½-½

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder