Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska kann skora eitt flott hattrikk komandi vikuna.
Tá verður fjórða kappingin um meistaraheitið í einstaklingstelving fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. Helgi hevur vunnið kappingina seinastu tvær ferðirnar - í 2016 og 2018. Hann var ikki við í fyrstu kappingini í 2014.
Kappingin varð útsett vegna korona í fjør, men nú verður so telvað - hesaferð í fjarstøðu. Telvararnir sita í hvør sínum landi og telva sínamillum á netinum. Strangt eftirlit og vaktarhald er, so at alt fer fram eftir reglunum. Dómarar eru í rúmi saman við hvørjum telvara. Vakmyndatól eru eisini uppsett. Ein høvuðsdómari situr so í øðrum landi. Dómarar í Føroyum verða Hans Hjalti Skaale, altjóða talvdómari, og Finnbjørn Vang. Í Føroyum sita telvararnir uppi á Hotel Føroyum - hvør í sínum rúmi.
Telvararnir hava 90 minuttir til hvørt talvið umframt tretivu sekund fyri hvønn leikin. Einki verður lagt aftrat eftir fjøruti leikir. Kappingin verður ikki ratað. Telvað verður um eitt pláss í World Cup. The winner takes it all.
Byrja í kvøld
Tíggju telvarar eru, allir hava eitt talv hvør móti øðrum. Kappingin byrjar í kvøld, telvað verður so hvønn dag til flaggdagin 25. apríl, tá kappingin endar. Byrjað verður allar dagar klokkan 17.00. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum. Talvheimasíðurnar chess24 og chessbase varpa leikirnar beinleiðis á øllum borðum.
Føroysku umboðini eru Helgi Dam Ziska og 15 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, báðir úr Havnar Telvingarfelag. Í fyrsta umfari í kvøld telva teir báðir sínamillum. Londini, sum eru umboðað í kappingini, eru Luksemburg, Monako, Andorra, Malta, Kýprós, Jersey og San Marino. Liktinstein og Guernsey eru ikki við í ár.
Helgi er favorittur at vinna, men hevur ikki ráð at snáva, tí góðir kappingarneytar eru. Fremsti avbjóðarin er helst Michael Wiedenkeller úr Luksemburg. Hann vann fyrstu kappingina í 2014. Føroyska umboðið ta ferðina var Olaf Berg, sum endaði nummar fimm. 58 ára gamli Michael Wiedenkeller er svii, og var í fremstu røð í Svøríki í síni tíð. Hann vann svenska meistaraheitið í 1990, men hevur búð í Luksemburg í fleiri ár.
Annar avbjóðari er 60 ára gamli stórmeistarin Igor Efimov. Hann var italskur meistari í 1998 og 1999, men hevur nú búð og umboðað Monaco í fleiri ár.
Teir tíggju telvararnir eru hesir (settir upp eftir styrkitølunum):
Small Nations kappingin 2021
GM Helgi Dam Ziska (FØR) 2539
IM Michael Wiedenkeller (LUX) 2435
GM Igor Efimov ((MON) 2416
IM Fred Berend (LUX) 2323
Pavlos Constaniou (KYP) 2120
Jake Darmanin (MAL) 2106
Luitjen A. Apol (FØR) 2092
Luke Brezmes (AND) 2043
Paul Carpenter (JER) 1982
Ezio Righi (SMR) 1915
Føroyski topp 20 listin
Altjóða talvsambandið FIDE hevur roknað nýggjastu styrkitølini út fyri apríl 2021. Av teimum 165 londunum, ið skrásett eru í altjóða talvsambandinum, standa Føroyar nummar 78 í røðini eftir miðalstyrkitalinum hjá telvarunum. Í Føroyum eru slakir 300 virknir telvarar í teimum níggju feløgunum, sum vóru við í landskappingini.
Okkara topp 20 listi sær soleiðis út:
1. GM Helgi Dam Ziska 2539
2. Høgni Egilstoft Nielsen 2383
3. Rógvi Egilstoft 2361
4. IM John Arni Nilssen 2331
5. IM John Rødgaard 2319
6. Martin Poulsen 2285
7. Ólavur Simonsen 2217
8. Flóvin Tór Næs 2209
9. Olaf Berg 2199
10. Bogi Ziska 2198
11. Carl Eli Samuelsen 2181
12. Eyðun Nolsøe 2173
13. Jóan Hendrik Andreasen 2172
14. Torkil Nielsen 2168
15. Hans Kristian Simonsen 2135
16. Sjúrður Thorsteinsson 2128
17. Finnbjørn Zachariassen 2122
18. Jens Chr. Hansen 2111
19. Luitjen Akselsson Apol 2092
20. Hanus Brekká 2083
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald