Vágamenn vóru tvey stig fremri fyri dystirnar í gjár, men tann leiðslan er nú fokin. Klaksvíkingar megnaðu javnleik 2-2 móti sandavágsmonnum í Vágum, og havnarmenn vunnu 4-0 á kollfirðingum.
Á fyrsta borði millum Sandavág og Klaksvík telvaðu Høgni Egilstoft Nielsen og Ólavur Simonsen remis. Rógvi Egilstoft Nielsen vann á øðrum borði á Steintór Rasmussen, men á triðja borði eydnaðist Rana Nolsøe at basa Silas Eyðsteinsson. Á fjórða borði telvaðu Torkil Nielsen og Wille Olsen javnt.
Havnin tekur dik á seg
Havnarmenn gjørdu bart í Kollafirði.
Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Sjúrður Thorsteinsson og Luitjen Akselson Apol vunnu á Hans Kristian Simonsen, Kára Petersen, Bernhard Thomsen og Eivind Jacobsen.
Triði dysturin í 1. deild var í Vestmanna. Har vann annað lið hjá Havnar Telvingarfelag 2½-1½. Remis var á fyrsta borði millum Jákup á Rógvi Andreasen og Rógva Mortensen, Leif Reinert Fjallheim og Herluf Hansen vunnu á ávikavist John Jacobsen og Alfred Olsen, men á fjórða borði vann Rói Holgarson á Margar Berg.
Stórur spenningur er nú bæði í toppi og botni.
Úrslit og støðan í 1. deild eftir 8. umfar:
Sandavágur-Klaksvík 2-2
Kollafjørður-Havnin 0-4
Vestmanna-Havnin B 1½-2½
Havnin 24 stig
Sandavágur 24
Klaksvík 18½
Havnin B 12
Vestmanna 9
Kollafjørður 8½
Klaksvíkingar á odda
Í 2. deild tykjast klaksvíkingar at stevna trygt móti sigri og uppflyting í 1. deild við einum liði aftrat.
Í gjár vunnu klaksvíkingar stórsigur á runavíkingum. Finnbjørn Vang, Terji Petersen, Rani Baldursson og Ingolf Gaard vunnu 3½-½ á Brandi Højgaard, Meinhard Danielsen, Rúna Jacobsen og Henrik W. Joensen.
Úrslit og støðan í 2. deild eftir 8. umfar:
Klaksvík-Runavík 3½-½
Gøta-Havnin 2-2
Kollafjørður-Sandavágur 2-2
Klaksvík 22½
Havnin 19
Kollafjørður 17½
Sandavágur 14
Runavík 13
Gøta 10
Toppdystur í 3. deild
Í 3. deild eru liðini ikki færri enn ellivu. Í gjár var níggjunda umfar á skránni.
Toppdysturin á Toftun millum Toftir og Klaksvík endaði javnur 2.2. Royndir menn mannaðu toftaliðið móti gávaðum unglingum úr Klaksvík.
Á toftaliðnum vóru fyrrverandi føroyameistarar og OL-telvarar sum Jens Chr. Hansen og Bogi Ziska umframt Andrias Danielsen og Andreas Andreasen. Men ungu klaksvíkingarnir, Einar Gregersen, Heðin Gregersen, Flóvin M. Tummasarsson og Jóhann Rói Mortensen fingu óvæntað 2-2.
Úrslit og støðan í 3. deild eftir 9. umfar:
Toftir-Klaksvík 2-2
Kollafjørður B.-Havnin 1½-2½
Sandavágur-Rókur 2-2
Sandavágur B.-Kollafjørður 2-2
Klaksvík 24½
Toftir 24
Havnin 21
Kollafjørður 20½
Sandavágur B 19½
Rókur 15½
Sandavágur A 15
Runavík 13½
Vestmanna 11
Kollafjørrður B 11
Havnin B 4½
Avgerandi endaspurtur
Tvey umfør eru nú eftir í kappingini. Níggjunda og næstsíðsta umfar verður sunnudagin 1. mars.
Tá verður telvað soleiðis í 1. deild: Havnin-Klaksvík, Vestmanna-Sandavágur og Havnin B.-Kollafjørður.
At síggja til hava havnarmenn torførari dyst enn sandavágsmenn. Her er tí helst eitt gylt høvi hjá vágamonnum at endurvinna leiðsluna í hørðu kapprenningini um meistaraheitið.
Undir øllum umstøðum er líkt til, at avgerðin í FM-kappingini fellur ikki fyrr enn í síðsta umfari og í innanhýsis toppdystinum millum Sandavág og Havnina.
Endabresturin verður leygardagin 21. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald