
Bíðitíðin hjá teimum, sum hava verið spent uppá Betrideildina, er so at siga av. Í kvøld verður starktskotið til kappingina, tá HB og B68 spæla tann fyrsta av teimum 135 dystunum.
Klokkan 18.30 í kvøld bríkslar FIFA-dómarin Jóhan Hendrik Ellefsen í gongd. Liðið hjá Jákupi á Borg skal royna at skaka liðið hjá Adolfo Sormani. Steypavinnararnir vunnu stórsteypið, men mong ivamál eru kring HB-liðið, sum hevur mist fleiri profilar og hevur skift leikskipan.
Tað hevur víst seg seinastu árini, at tað ofta er javnt í innanhýsis dystunum millum liðini hvør sínumegin Eysturoyartunnilin. Í vetur hevur HB heintað Bartal Páll Klein og Áka Johannesen úr B68, men báðir sótu uttanfyri í stórsteypadystinum vegna skaðar. Magnus Holm Jacobsen er farin hinvegin. Nýggi norski áleyparin hjá HB verður møguliga í hópinum.
Sí eisini: B68 javnan fingið stig móti HB seinastu árini
Jákup á Borg helt fram í B68 hóast alt. Hansara lið hevur seinni árini argað HB nakrar ferðir (Mynd: Sverri Egholm9
Eins og við øllum øðrum dystum í ár, ber til at fylgja gongdini beinleiðis ovast á portal.fo ella roysni.fo har umiskar upplýsingar eru um dystirnar. Portalurin verður eisini á staðnum í Gundadali.
Betrideildin, 1. umfar:
Fríggjadagin 7. mars
18.30: HB - B68
Televarpið vísir allar dystirnar aftur í ár. Hinir dystirnir í 1. umfari verða spældir sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald