2019-05-11 23:30
Í kvøld spældi føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hálvfinalu í EM-kappingini fyri smátjóðir, sum er í Luksemborg í hesum døgum.
Tað endaði við, at føroyska liðið tapti 3-2 móti Luksemborg.
Settúrslitini vóru 25-21, 25-23, 19-25, 23-25, 15-7.
Í morgin klokkan 13 skal Føroyar kappast móti Norðurírland um bronsuna, og tá ber til at fylgja við her. Eisini sigur FM1 frá dystinum, og til ber at lurta á midlar.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald