Hondbóltur

Taptu fyrsta dystin í HM í Norðurmakedonia

Føroysku U18 kvinnurnar taptu 29-24 fyri Portugal.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2022-07-30 14:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku U-18 kvinnurnar taptu fyri løtu síðani 29-24 fyri Portugal í fyrsta dystinum til HM endaspælinum í Norðurmakedonia. Hálvleiksstøðan var 15-13 til Portugal. 

Men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at Portugal spakuliga dróg frá og avgjørdi dystin.

Hetta var fyrsti dysturin hjá U18 kvinnunum í hesari kappingini. Í morgin verður aftur spælt og tá er Danmark mótstøðulið. Dysturin byrjar klokkan 17.20 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder