placeholder
Fótbóltur

TB fær týskan venjara

Lars Heiliger verður nýggjur venjari á besta liðnum hjá tvøramonnum.

Lars Heiliger

Lars Heiliger

2021-05-08 14:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var aftaná 4-0 tapið móti B36, at Michael Winter takkaði fyri seg sum høvuðsvenjari hjá TB.

Men tvøramenn hava nú skrivað undir við týska Lars Heiliger.

- Lars Heiliger hevur strvast sum ungdómsvenjari í Týsklandi, eisini hevur hann royndir sum venjari í týsku 1. deild og hollendsku 2. deild, sigur TB í fráboðan.

Lars Heiliger er ikki ókendur á Tvøroyri, tí í 2014-2015 var hann venjari á vælumtókta fótbóltsskúlanum, sum TB skipar fyri á hvørjum ári.

TB liggur aftast á stigatalvuni í Betri deildini við bert einum stigi aftaná átta dystir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder