Annað plássið er bókað. Tað hevur FC Suðuroy vunnið seg í støðu til. So er spurningurin, um tað verður eitt annað suðuroyarlið ella felagið á Sandoynni, sum fylgir við upp í Betrideildina.
Sí eisini:
- Sterkt samanhald og arbeiðssemi liggur aftanfyri hetta
Uppflyting tvey ár á rað
TB er í betri støðu enn B71 vegna higartil góðan endaspurt. Fýra sigrar í teimum seinastu fimm, harav ein móti júst B71, og einki tap. TB skal royna at gera arbeiði liðugt móti niðurflutta FC Hoyvík, men tað verður helst ein tættur dystur í Hoyvík tíðliga í kvøld.
Aldursforsetin var í næstbestu deildini tey flestu árini fyrst í øldini - fyriuttan 2002 og 2005. Síðani kom ein dramatisk uppflyting í 2011 við 11-0 sigri við Margáir í seinasta umfari. TB flutti niður aftur í 2013, síðani beint uppaftur í 2014 og varð í Betrideildini - sum TB ella TB/FCS/Royn - í sjey ár á rað.
Niðurflyting við søguliga lágum stigatali í 2021, upp aftur í 2022 og so niðuraftur í fjør. Harvið er TB á veg at gerast eitt satt elevatorlið.
B71 var nær við at spæla seg upp í Betrideildina í 2021 (Mynd: Olena Goffe)
B71 hevur ikki verið í Betrideildini síðani 2011, tá liðið fór buldrandi niður. Síðani hava sandoyingar millum annað verið í 2. deild og vent, men seinastu árini hevur B71 bjóða meira av um uppflyting. Í 2021 var avgerandi dystur í seinasta umfari á Sandi, har AB tó fekk neyðuga javnleikin í "finaluni um uppflyting". Árið eftir var tað, tá samanum kom, bert málúrttøka, sum skilti TB og B71.
Nú stríðast tey aftur um uppflytingina. B71 spælir í Klaksvík og skal vinna og vera til reiðar, um TB ikki fær fult. Um bæði missa stig, og B36 vinnur í Sarpugerði, so verður talan um upp- og niðurflytingardyst millum nummar
Sí eisini: TB og B71 berjast um uppflyting til tað seinasta
Allir dystirnir í morgin, fyriuttan tann í Vági, verða spældir klokkan 16.15. Portalurin verður á staðnum í Hoyvík
1. deild menn, 27. og seinasta umfar
Í morgin, fríggjadagin 25.10
FC Hoyvík - TB
KÍ - B71
(FM1 sigur frá í Klaksvík og live.fo stroymir
Víkingur - B36
HB - AB
15.45: FC Suðuroy - NSÍ
Støðan:
1. Víkingur 51 stig *
2. FC Suðuroy 45 stig **
3. TB 42 stig
--------------------------
4. B71 41 stig
5. B36 41 stig
6. AB 37 stig
7. NSÍ 31 stig
8. KÍ 30 stig
--------------------------
9. FC Hoyvík 20 stig ***
10. HB 12 stig ***
*Vinnari
**Flutt upp
*** Flutt niður
Gevur beinleiðis uppflyting
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald