Fótbóltur

TB skal hava nýggjan venjara

Og hetta skal ganga skjótt, tí kappingarbyrjan er um undir ein mánaða. TB og Dan Jensen eru í ivkuni komin ásamt um at slíta samstarvið.

2023-02-09 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tvøroyrar Bóltfelag og venjarin hjá besta mannsliðnum Dan Jensen, eru komin ásamt um at enda samstarvið.

Hesi óvæntaðu boð kom TB við á heimasíðu sínari í gjár. Danin tók við á Tvøroyri, eftir at liðið flutti niður í 2021, og 17 sigrar og fýra javnleikir vóru í fjør nóg mikið til at flyta upp úr 1. deild.

Síðani hava fyrireikingarnar hjá aldursforsetanum til Betrideildarfótbólt gingi fyri seg, og tað hevur allatíðina verið meiningin, at Dan Jensen skuldi halda fram í starvinum. Nú er talan tó um ein annan veruleika:

- Nú Dan og TB fara hvør til sítt, vil TB takka Dan fyri arbeiðið hann hevur lagt í felagið og ynskja bestu eydnu á hansara víðari yrkisleið innan fótbóltin.
Felagið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni og kunnað verður, so skjótt nýggjur venjari er funnin, skrivar tb.fo

5. mars spælir TB á útivølli móti føroyameistarunum, KÍ, í fyrsta umfari. Spurningurin er so, hvussu skjótt vit fáa svar uppá, hvør stendur á odda á síðulinjuni tá. 

Keldur: tb.fo og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder